Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fingrarnar vekk, Jákup Mikkelsen!

Tað var veruliga hugstoytt at hoyra løgtingsmannin, Jákup Mikkelsen, í farnu viku, tá hann í bestu senditíð í Útvarpinum breiddi seg út um, hvussu Skálafjørðurin skuldi byggjast út við stórari farmahavn, heldur enn at nøkur havnarútbygging skuldi gerast í Havn. Klaksvík tordi hann av góðum grundum ikki at taka upp á tungu. 

Hansara politiski boðskapur var tann vanligi: framburður skal bara ikki verða í Havn!

Tað, sum eg serliga eri skelkaður av, er ætlanin hjá fólkaflokstingmanninum at taka burtur fíggjarliga grundarlagið hjá Tórshavnar havn fyri víðari útbygging. Hann av øllum veit, at ein útjavningarskipan hevur ta avleiðing, at eingin longur hevur styrki til at fremja tær íløgur, sum føroyska samfelagnum veruliga tørvar.

Og føroyska samfelagnum tørvar eina altjóða skipahavn, og hana kann Havnin fremja.

Heilt margháttligt verða útsagnir hansara, tá hann samstundis leggur eina við, at Tórshavnar kommuna skal bera kostnaðin sjálv, og ikki kommunurnar úti um landið. 

Álvaratos, Jákup Mikkelsen, eingin annar enn Tórshavnar kommuna hevur rindað tær útbyggingar, sum hava verið í Havn, og vit rinda sanniliga eisini ta komandi! Tað er óforskammað frekt at hoyra ein so royndan politikara siga so nógv tvætl upp á so lítla løtu. 

Løgtingið hevur upp til fleiri ferð stuðla havnarútbygging úti um landið, men í Havn er tað eitt fremmandaorð, tí fakta er, at Havnin hevur einsamøll stríðst og arbeitt fyri framburðinum. Hetta er tí at tosa beinleiðis ímóti betri vitandi. 

Vilja hann og klaksvíkingar hava meira burturúr, so mugu teir sjálvir arbeiða fyri tí og ikki bara sita uppafturá og krevja, at krónurnar skulu koma rullandi úr høvuðsstaðnum sum ein sosialveiting.

Nú so nógv verður tosað um, at vit eiga at lata fríu marknaðarkreftirnar ráða, so er hetta málið so sera einfalt, at farmareiðaríini vilja sigla til eitt stað, sum í Føroyum er Havnin, og tað skyldast eina og aleina, at vit í høvuðsstaðnum hava dugað at útbygt Tórshavnar havn og gjørt umstøðurnar og tænasturnar so góðar.

At Jákup Mikkelsen í einum valári roynir at gera Havnina til eitt stórt ódjór, er hansara egni trupulleiki. Eg kann ikki læra hann og aðrar lokalpolitikkarar at elska Havnina, men hann eigur sum tað minsta at virða tann framburð, sum Havnin sjálv skapar til gagns fyri samfelagið alt.

Heðin Mortensen
borgarstjóri í Havn