Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Finnleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadagin 2. mars. kl. 16.00 letur ein málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Finleif Mortensen sum sýnir fram.

27 várligir málningar umframt oljukritstegningar og skulpturar kunnu síggjast í Smiðjuni í lítluvík týsdagin 6. mars.

Málningarnir vísa ta føroysku nattúruna í føgrum litum. Tað skiftandi veðurlagið, ljósið, skuggaspælið millum húsini, geva eina skiftandi mynd har hús og fjøll gerast eins og litríkir skulpturar, sum skifta skap.

Tann villa náttúran, grót, hamrar og gil eru íblástur til oljukritstegningarnar og teir skulpturarnar, sum eisini eru við á framsýningini.

Seinastu árini hevur Finleif sýnt fram á gallaríum og listarmessum í Danmark og í Íslandi.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp fríggjadagin kl. 16.00 – 20. Opið er til týsdagin 6. mars, gerandisdagar frá 10 – 19 og sunnudag kl. 14—19