Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Example of digital measurement of salmon heart shape and size. Photo: Alf Dalum, DVM, PhD

Fiskaaling og føroysk vinna í granskingarverkætlanini “Talgilt hjarta”

Granskingargrunnurin Nordforsk stuðlar Talgilt hjarta við 7.940.000 norskum krónum. Stuðulin verður veittur í sambandi við Norðurlendska granskingar- og nýskapanarprogramminum fyri burðardygga aling. Verkætlanarleiðari er Ida Beitnes Johansen, lektari á NMBU. Føroyska heitið Talgilt hjarta kemur frá enska heitinum Digiheart: Machine learning applied to predicting and preventing production loss in aquaculture.

Føroyski granskingarparturin verður framdur av Biotøknideildini hjá P/F Fiskaaling í tøttum samstarvi við Bakkafrost, Hiddenfjord, og Mowi.

Íblásturin til verkætlanina er, at vit síggja alt fleiri tilburðir av hjartaavskeplingum koma fyri, so sum í Noregi. Kanningar vísa eisini, at møguligt samband er millum felli og strongjandi umstøður, eitt nú í sambandi við avlúsing, og tað at fiskurin hevur hesar hjartatrupulleikarnar. Tí er umráðandi at kenna hjartaheilsuna hjá fiskinum fyri at tryggja eitt so lágt felli sum gjørligt, t.d. tá avlúsing fer fram.

Granskingarverkætlanin umfatar kanning av hjørtum á aldum laksi í Føroyum, Noregi og Svøríki, við serligum atliti til møguligar avskeplingar í hjartanum. Hjartamyndirnar skulu saman við rakstrar- og fellidata vera grundarlagið í eini skipan, sum byggir upp vitan so hvørt sum fleiri skrásetingar verða lagdar inn. Skipanin mennist soleiðis til eitt forsagnartól, sum kann brúkast til at kanna heilsustøðuna í hjartanum. Tá ið appin er klár, kann alivinnan brúka hesa í dagliga arbeiðinum við at flyta teirra egnu myndir og dáta, sum soleiðis gevur yvirlit yvir heilsustøðuna í hjartanum og harvið váðan fyri deyða í bólkinum í tíð.

Aðrir luttakarar í verkætlanini eru akademisku granskingarstovnarnir Norges miljø- og biovitenskapelige universitet, Universitetið í Oslo, Universitetið í Göteborg og Sveriges lantbruksuniversitet. Úr privata og vinnuliga geiranum eru eisini DNV GL, Aqua kompetanse, PatoGen, Midt-Norsk HAVBRUK, Ellingsen Sea Food AS og fleiri vinnuligir samstarvsfelagar. NordForsk er ein stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum.

“Kick Off” er ætlað at verða í Føroyum, tá Covid-19 tilmælini loyva tí.