Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending

Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV, sum er partur av kenda tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt.  Filmurin, sum eitur “Algur, ein ókend rávøra”, verður frumsýndur á Arte TV í kvøld kl. 20:45 (føroyska tíð), og á øðrum evropeiskum sjónvarpsstøðum.

Heimildarfilmurin, sum er partvís upptikin í Føroyum, sýnir áhuga fyri gransking og teimum royndum, sum Fiskaaling, s/pf Tari og Hiddenfjord gera. Filmurin staðfestir, at tari, algur og mikroalgur hava nógvar góðar og gagnligar eginleikar, sum bíða eftir, at vit fara at duga at útvinna hesar. Møguleikarnir umfata matvørur, brennievni, heilivágur og mangt annað.

Leikstjórin, Almut Faass er kendur framleiðari innan fyri heimildarfilm.