Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskavirkisskipanin forðar fyri at fastlønarsáttmálin millum FAG og arbeiðarafeløgini verður brúktur

Tað er ein misskiljing, tá lagt verður upp til, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki vilja seta fólk í fast starv.

Fastlønarsáttmálin fyri fiskavirkir er ein sáttmáli millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. Sáttmálin varð gjørdur í 2010 og byggir á vanligu høvuðssáttmálarnar millum feløgini. Fastlønarsáttmálin fyri fiskavirkir er tó tillagaður í mun til uppgerð av løn og tímum, soleiðis at løntakari kann fáa eina fasta mánaðarløn, hóast arbeiðið er skiftandi.  

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfestir, at tað stendur einum og hvørjum arbeiðsgevara frítt at seta arbeiðsfólk síni í fast starv eftir høvuðssáttmálanum, vanliga fastlønarsáttmálanum ella eftir fastlønarsáttmálanum fyri fiskavirkir. Eingin skylda er hjá fiskavirkjum at brúka fastlønarsáttmálan fyri fiskavirkir, og tað ber væl til hjá arbeiðsfólki at vera í føstum starvi sum tímalønt eftir høvuðssáttmálanum.

Tað hava verið arbeiðsgevarar, sum hava ynskt at brúka fastlønarsáttmálan fyri fiskavirkir. Tað hevur tó skjótt  víst seg, at Fiskavirkisskipanin er ein beinleiðis forðing fyri at brúka hann. Hetta tí, at arbeiðsfólkini missa eina eykainntøku frá ALS, um tey verða sett eftir fastlønarsáttmálanum.

Við Fiskavirkisskipanini kunnu arbeiðsfólk vinna rættuliga fitt av peningini ávísar partar av árinum, og fáa veiting frá ALS restina av tíðina. Við fastlønarsáttmálanum hevði lønin hjá arbeiðsfólkunum verið javnað yvir árið, og møgulig yvirtíð, tá nógv arbeiði er, verið avspákað við yvirtíðarlutfalli, tá minni arbeiði er.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at varð Fiskavirkisskipanin avtikin, so hevði verið neyðugt hjá arbeiðsgevarum at tryggja arbeiðsfólkunum eina javna inntøku til tess at varðveita fólki. Soleiðis hevði fastlønarsáttmálin verið tað alternativið, sum ætlanin upprunaliga var við honum.