Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskimálaráðharrin skipar lógloysið

Í uppriti til landsstýrisfund 22. januar 2013 legði sitandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum upp til at broyta verandi skipan við loyvum og umsetiligheit á summum økjum. Hetta tí skipanin við hansara orðum var “í so stirvin og forðar fyri fleksibiliteti og tillagingum í fiskiflotanum sæð undir einum.”

Landsstýrsmaðurin skjýtur upp hesar broytingar, orðarætt endurgivnar úr uppritinum:

1) Skipanin við veiðiloyvum verður dagførd, so tað í framtíðini bert verður eitt slag av veiðiloyvum, har tað bert er tilskilað, at ávísa fiskifarið hevur rætt at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi. Talið av veiðiloyvum í øllum fiskiflotanum verður talið, sum er í gildi, tá nýggja lógin kemur í gildið. Treyt fyri at fáa veiðiloyvi er, at skipið er løggilt av heilsufrøðiliga myndugleikanum, og hevur siglingarloyvi frá skipaeftirlitinum.

2) Egnar kvotur kunna avhendast øllum øðrum fiskiførum við veðiloyvi. Eftir hesum kann ein flakatrolarar ella uppsjóvarskip avhenda kvotu til t.d ein ísfiskatrolara ella línuskip.

3) Fiskidagar kunna avhendast øllum øðrum fiskiførum við veiðiloyvi. Verður avhenda, og fiskiførini ikki hava somu fiskiorku/veiðievni, skulu fiskidagar at flyta umroknast á ein hátt, sum avspeglar munin í veiðievnum. Eftir hesum kunnu fiskidagar eisini avhendast til fiskifør, sum ikki eru í fiskidagaskipan í dag. Reglurnar um, at tað ikki ber til at flyta fiskidagar frá húki til trol og øvugt, og ikki tvørtur um 110-tons, verða framhaldandi galdandi.

4) Fiskiloyvi, ið geva atgongd til at fiska av felagskvotu, felagskvotu við hámarki, felags fiskidøgum ella øðrum fiskiskapi, kunna avhendast. Í samband við avhending av fiskiloyvum til gullaks og fiskiloyvi til svartkalva og havtasku við gørnum er treytin, at fiskiorkan ikki gerst størri, tá fiskiloyvi verður flutt.

Sjálvt um nevnda upprit var á landsstyrisfundi fyri 19 mánaðum síðan, hevur lítið og einki verið at hoyrt alment til nakað nýskipanaruppskot fyri fiskivinnuna. Hinvegin so hevur fiskimálaráðharrin í hesar 19 mánaðirnar útint júst ta sama, sum hann nú ætlar at fáa heimild frá løgtinginum til.

Og fyri at bøta um vantandi heimildir hesa tíðina, so hevur hann brúkt lógina um vinnuligan fiskiskap sum eitt politiskt yo-yo, væl vitandi at hetta fyrr ella seinni fór at raka hann sum ein boomerang.

Við nevnda uppritið er so ætlanin, at Løgtingið skal konfirmera tað lógloysi, ið er framt higartil við lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 sum jarnbroti.

Frank Davidsen

Sørvági