Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftir samráðingar síðandi 20. januar rukku partarnir í dag á mál. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, skrivaðu seinnapartin undir nýggja sáttmálasemju, sum er galdandi til 1. apríl 2017

Fiskimenn og reiðarar gjørt nýggjan sáttmála

Enn er langt á mál, men Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, fegnast tó um, at tað í nýggja sáttmálanum hevur eydnast at vinna nakað innaftur av tí, sum mátti lorast út í 2011.

Eftir: Ingolf S. Olsen:

Eftir drúgvar samráðingar síðani 20. januar eydnaðíst tað í dag loksins Fiskimannafelagnum og Reiðarafelagnum at gera semju um nýggjan sáttmála.

Í sáttmálanum í 2011 var støðan í flotanum so vánalig, at manningarfeløgini kendu seg noydd at lata nógv frá sær til reiðararnar, og í 2013 hendu at kalla ongar betringar í so máta.

Vunnu innaftur
Tí fegnast Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafealg, um, at tað hesaferð er eydnast at fáa nakað innaftur av tí, sum var latið út í 2011.

“Enn er langt á mál, og enn eru stór tøk, sum skulu takast. Men vit hava hóast alt fingið nakað inn aftur til okkara limir, og serliga í tí partinum av flotanum, sum er ringast fyri”, sigur hann.

Við nýggju semjuni er býtisprosentið hjá botnfiskatrolarunum aftur tað, tað var í 2011, línugjaldið er strikað, dagískoytið, sum kokkar fáa fyri at proviantera, hækkar, og menn, sum sigla fast við ávísum skipi ella hjá ávísum reiðaríi, fáa eina upphædd um árið sum ískoyti til arbeiðsklæði. 

Eisini hevur nýggja semjan við sær, at fiskimenn í heimaflotanum nú umframt jólaaftan og jóladag eisini eru tryggjaðir frí 2. Jóladag, og nýggjar orðingar tryggja bæði fastari manning og avloysarum tryggari og greiðari setanarviðurskifti.

Nýggja sáttmálasemjan er galdandi til 1. apríl 2017. Tað er eisini ein broyting, tí higartil hava sáttmálaskeiðini gingið til ein 1. januar. Men seinastu árini hevur hetta givið trupulleikar, tí Reiðarafelagið hvørt ár undan jólum og um nýggjársleitið er upptikið av millumlanda fiskivinnusamráðingum. Tí samdust partarnir um at flyta sáttmálaskeiðið.

Bíða eftir hinum
Partarnir eru tó samdir um at bíða eitt sindur við alment at fara í smálutir viðvíkjandi tølunum og neyvu orðingunum í nýggju semjuni, tí samráðingarnar millum Reiðarafelagið og hini bæði manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, ikki eru lidnar enn. Feløgini hava nevniliga ein felags sáttmála, har serligar ásetingar tó eru fyri einstøku feløgini, og ofta hava feløgini samráðst saman. Hesaferð hava tey tó samráðst hvørt sær, men tá øll feløgini eru komin á mál við samráðingunum, er ætlanin at samanskriva úrslitini í ein nýggjan felags sáttmála.

Ein týðandi partur av nýggju semjuni, sum nærum við vissu eisini fer at verða partur í semjunum við hini bæði manningarfeløgini, er at skipa ein arbeiðsbólk at endurskoða allan sáttmálabygnaðin, sum hann er, og koma við tlmæli um dagføring.

Umfatandi dagføring
Jan Højgaard væntar sær nógv av hesum arbeiðnum, tó at ongin vissa sjálvsagt enn er fyri, at tað yvirhøvur fer at bera til hjá fýra pørtum – teimum trimum manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum – at gera eina grundleggjandi broyting av sáttmálabygnaðinum og øllum tí, sum hongur uppi í sáttmálanum.

“Reiðarafelagið hevur gingið við til, at vit kunnu taka fleiri av okkara upprunaligu sáttmálakrøvum hesaferð uppaftur í sambandi við dagføringina, millum annað viðvíkjandi lønartrygd, ókeypis arbeiðsklæðum, ókeypis parabol-sjónvarpi umborð og samskifti, og somu setanartrygd og arbeiðssømdir, sum fólk á landi hava. Enn er talan um fuglar á takinum, men eg havi vissu fyri, at bæði vit og Reiðarafelagið hava ein veruligan áhuga í at gera ein nýmótans sáttmála heldur enn at blíva við annaðhvørt at pjøssa uppá ella nartla burtur av verandi sáttmála, sum enn bygnaðarliga í roynd og veru byggir á slupptíðina”, sigur Jan Højgaard.