Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskiveiðuavtalurnar hava higartil verið legaliseraðar av nøkrum fáum politikarum, sum samstundis hava givið røttu eigarunum fingurin

Hetta er rán á alljósum degi, har fólkið er – ikki bara verjuleyst, men sett fullkomuliga uttan fyri ló og rætt. Ognirnar eru tjóvartiknar og latnar røttu brøðrunum í familieru, politisku og lutvíst religiøsa andanum fyri onki. 

Undir líknandi umstøðum - í einum siviliseraðum samfelagið - høvdu myndugleikarnir gripið inn og steðgað ráninum, meðan ránsmenninir høvdu verið búraðir inni í mong ár. Men at síggja til, so liva vit - í umrødda máli - uttan fyri lóg og rætt. Lóggevararnir fremja órættin og eru tí ein integreraður partur av honum.

Síðani hava nakrir – ið hava fingið fiskiloyvi fyri onki – selt loyvið ella partar av tí fyri milliónaupphæddir. Reint gangstaralíknandi virksemi. Óhoyrdur frekleiki, sum myndugleikarnir stilltigandi góðtaka. Røttu eigararnir kunnu bert standa og gapa, meðan høgrapakkið gníggjar sær í hendurnar og flennur upp í loft. Ongin verja!

Og nógvir fiskiloyvisinnihavarar í 10 millióna klassanum sleppa sær sjálvandi undan at gjalda skatt. Tað kunnu onnur gera. Og soleiðis missa Palleba og Marsanna ikki einans teirra part av folksins ogn, men tey skulu eisini gjalda skattin, sum millióningarnir, ið fingu fiskiloyvið fyri onki, á ymsum sniðgøtum sleppa sær undan. Hvat skal mann siga? Heilagur og sælur – ella kanska bara heil.

Tað er ein sjálvfylgja, at fólkið harliga hevur brúk fyri einari mótmakt, sum kann steðga ránsmonnunum og teirra markleysu kúgan, soleiðis at alt fólkið fær loyvi at liva í frið og fáa loyvi til at eiga landið á jøvnum føti við øll hini.

Fiskimennirnir skulu ikki taka sær tikni av, at fiskiloyvini verða býtt og umsitin á ein hátt, sum er alvorliga kritisabul – fyri ikki at siga kriminellur, tí vanligi fiskimaðurin eigur hvørki lodd ella deil í hesum. Hann røkir sínar skyldur og fær sína løn, og so er tann søgan ikki longur. Takk fyri.

Og nú eru fiskikongarnir farnir at vísa til teirra virkir á landi, sum geva nógv arbeiði, og tað er vælsignað. Men til søguna hoyrir, at virkini ikki eru bygd til arbeiðararnar, so teir kunnu fáa betri livikor, men fyri at ognararnir skulu fáa enn størri vinning. Og tað er í lagi. Men tað broytir onki við tað grundleggjandi: Ránið av fólksins ogn. Eitt rættvíst býtið hevði eisini ført til virkir og hundratals arbeiðspláss. Arbeiðararnir høvdu átt virkið og fingið yvirskotið til egna nýtslu. Arbeisgevararnir hava ongantíð kunna virka uttan arbeiðararnar, meðan arbeiðararnir altíð hava kunna virka uttan ein arbeiðsgevara. Tað snýr bert um pengar og felagsskap, ið vil nakað.

Jenis er annars farin til verka fyri at fáa viðtikið framhaldið av fiskiráninum. Tað stuttliga er annars, at hann tosar um meiriluta, tí hann er tann einasti, ið blokerar meirilutar, og tað longu frammanundan til samráðingar um meirilutasamgongur. Hann átti annars at blokerað fólkafloksins uppskot til fiskivinnupolitik, um hann var nakar mamaður, men hann er bert ein nissa.

Privatiseringar verða næsta álopið. Almen ogn skal gerast privat, so tey privatu kunnu súgva tað, ið súgvast kann. Fólkið betalir og soleiðis verður skilið, um fólkaflokkurin ikki verður skerdur og tað so alvorliga, at hann ongantíð aftur fær flogið. Jørgen kallar annars almen feløg fyri bastardar, men tann einasti. ið ber brá av bastardi, er hann sjálvur.

Fólkið má organisera seg og í felag uppbyggja neyðugu mótmaktina. Og tað má gerast nú. 

Dagfinnur Danbjørg.