Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FISKIVINNA: Stór virði kastað fyri borð

Fyri nøkrum døgum síðan varð Enniberg tikin, tí at illgruni er um, at teir hava tveitt fisk útaftur. Skiparin umbar seg við, at talan ikki var um heilan fisk, men bara um høvd og fráskurð. Veruleikin er jú tann, at hesi skipini í dag einans gagnnýta áleið 36% av fiskinum, meðan heili 64% verða blakaðir út aftur í havið. 

Fiskur er meir enn bara flakið
Samlaða kvotan í Barentshavinum er áleið 30.000 tons. Samlað er sostatt talan um áleið 10.000 tons av flaki, sum í dag verður gagnnýtt. Afturat hesum er talan um áleið 8.700 tons av høvdum, 5.100 tons av ryggjum, 3.000 tons av kílum, 1.800 tons av livur og 600 tons av innvølum. Flakini hava eitt útflutningsvirði á áleið 400 mió.kr., meðan restin, sum verður blakað í havið, hevur eitt samlað útflutningsvirðið á áleið 150 mió.kr.

Høvdavirkið
Havi tosað við stjóran í Faroe Marine Products, og sigur hann, at teir uttan trupulleika kundu framleitt og selt tann partin, sum í dag verður kastaður í havið. Hann leggur afturat, at hetta nokk hevði givið eini 70 eyka ársverk í virkinum. Eisini vildi hetta givið grundarlag fyri, at ordiligt lív kom í, á høvdavirkinum í Suðuroy.

Flakatrolarar mótvegis virking á landi
Sum støðan er í løtuni, brúka flakatrolararnir sum sagt einans 36% av fiskinum, og verður eitt flak í løtuni selt fyri áleið 40 kr. kg. Hetta svarar til, at útflutningsvirðið av Barentshavstoskinum, sum verður flakaskorðin umborð, liggur um 14 kr. kg. av heilum fiski.

Til samanberingar verður toskurin seldur fyri áleið 15 kr. kg. á fiskamarknaðinum á Toftum – og varð hann virkaður í Føroyum, vildi útflutningsvirðið verið nærum 25 kr kg.

Havi tosað við ein virkisleiðara, sum vísti á, at teir brúktu áleið 4 kr. í arbeiðsløn pr. kg. Um vit so roknað 4 kr. kg. og býta hetta við 165 kr. um tíman, so svarar tað til, at teir brúka áleið 24 tímar til eitt tons av fiski. Um vit so falda hetta við 30.000 tons, so fáa vit 720.000 tímar. Um vit so siga, at eitt ársverk er 1.600 tímar, so vildu vit við hesum kunnu skapt 450 eyka ársverk, um allur hesin fiskurin bleiv skorin til flak í Føroyum. 

Samlað kunnu vit sostatt fáa fleiri enn 500 ársverk afturat á landi burturúr verandi Barentshavskvotu – tó mugu vit ikki gloyma at mótroknað, at vit so høvdu eini 100 færri mans við flakatrolarunum. Her kann eg tó líka leggja afturat, at partur av Barentshavs-kvotuni ikki verður flakaskorin, men tikin heilur til landið. Men av hesum partinum sleppa kinverjar at bjóða javnt við føroysk virkir, og bjóða tey t.d. 2 oyru meir, so fer fiskurin til Kina at verða virkaður. Her áttu vit avgjørt eisini at lagt eitt gjald á, soleiðis at Landskassin fær eitt nú 2 kr. eyka í tilfeingisgjaldi, um fiskurin fer óvirkaður av landinum.

Reiðarin og manningin 
Í kjakinum um at fáa alt til lands, hava bæði reiðarar og manning víst á, at so skal tað eisini loysa seg fyri teir. Teir tíma ikki at taka eitt nú høvd ella livur til lands, um teir ikki eisini fáa góðan vinning burturúr hesum – hetta gevur teimum jú eyka arbeiði og útreiðslur. Til hetta er at siga, at tá teir fáa kvotuna ókeypis frá landinum, so átti landið at kunnu sett sum treyt, at tit fáa einans loyvi at fiska hetta, um tit eru sinnaðir at taka alt til lands. 

Eg eri sannførdur um, at um verandi skip ikki vóru sinnaði at fara út at fiska, uttan so at tey sleppa at blaka 64% av virðinum í havið, so høvdu vit funnið annan reiðara og aðra manning, sum var sinnað at fara út eftir hesum virðunum við tí treyt, at alt kom til lands.

805 milliónir fólk hungra
Higartil havi eg einans víst á, at tað fíggjarliga er best fyri Føroyar, at øll virðini koma til lands. Men afturat hesum, er eisini eitt sera sterkt etiskt argument. 

Áleið 805 milliónir fólk fáa ikki nóg mikið av mati sambært The United Nations Food and Agriculture Organization – hetta samstundis sum vit tveita fleiri 10-tals milliónir máltíðir aftur í havið. Og her kann man leggja afturat, at júst høvdini og ryggirnir eru tann parturin av fiskinum, sum eitt nú fólk í Afrika hava ráð at keypa.

Hetta skal verða ein av nógvum broytingum, sum skulu fremjast í einari komandi fiskivinnunýskipan, sum sjálvsagt skal verða gjørd í einari breiðari semju í Løgtinginum.

Reimund Langgaard
Tingmaður fyri Sambandsflokkin