Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskivinnan og avleiddar vinnur frá fiskivinnuni

Samhald skipar fyri almennum fundi mánakvøldið um høvuðsvinnu okkara og avleiddum vinnum frá fiskivinnuni

Tíðindaskriv:
Í útvið 20 ár hava vit havt eina fiskivinnuskipan við veiðiloyvum, fiskiloyvum, dagaskipan, heildarkvotum og eginkvotum á nær-, mið- og fjarleiðunum. Í stóran mun hevur skipanin verið umsetilig, soleiðis at rættindi hava skift hendur, stórar peningaupphæddir hava verið upp á spæl og ein ávís samanlegging av fisirættindunum er farin framm.

Hóast fiskiskapurin í hesi útvið 20 árini er nógv broyttur, hava mótstríðandi áhugamál, ymiskar ideologiskar uppfatanir og tvørrandi vilji gjørt tað ógjørligt at fáa politiska semju um eina fiskivinnunýskipan. 

Núgaldandi veiðiloyvir ganga út 1. jan. 2018

Hetta førdi soleiðis til, at landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum í fiskivinnumálum í 2007 sambært løgtingssamtykt uppsegði øll veiðiloyvir at fara úr gildi 1. jan. 2018. Soleiðis noyðist politiska skipanin at finna framm til eina fiskivinnunýskipan í hóskandi góðari tíð áðrenn freistin gongur út.

Politisku flokkarnir royna nú tíðin er við at ganga undan, at finna fram til eina breiða semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin.

Samstundis kemur Kringvarpið við eini sendirøð í 3 pørtum við heitum sum Landsstýrisútnevndir milliardingar, Oyðandi gávubúðin og Dulda sølan av fólksins ogn. Longu yvirskriftinar siga alt um sendurøðina: einsíðug, villleiðandi og persónlig forfylgjandi.

Breið og veruleikakend lýsing av høvuðsvinnuni 
Men hvør er so veruleikin í okkara høvuðsvinnu?

Til tess at fáa eina meiri breiða og veruleikakenda lýsing av høvuðsvinnuni og avleiddum vinnum frá fiskivinnuni skipar Samhald fyri almennum fundi, har Anfinn Olsen, reiðari og Kaj Leo Johannesen, løgmaður legg upp til orðaskifti.

Fundurin, sum er almennur, verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, mánakvøldið 23. febr. kl. 20.30.

Samhald