Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskivinnan og avleiddar vinnur hava skapt meira enn 500 árs-verk, bara í Fuglafirði

Á fundi um fiskivinnuna og avleiddar vinnur, sum Samhald skipaði fyri í Fuglafirði, greiddi løgmaður frá um tað neyðuga at fáa eina fiskivinnunýskipan og Anfinn Olsen, reiðari greiddi frá um samfelagstýdningin av fiskivinnuni og avleiddum vinnum. Eisini útlendskur kapitalur, skattaviðurskifti o.a. bleiv umrøtt

Tíðindaskriv: - Samhald, veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy

Samhald, veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoynni, skipaði 23. februar 2015 fyri almennum fundi um fiskivinnuna og avleiddar vinnur.

At leggja upp til orðaskifti hevði Samhald fingið Kaj Leo Johannesen, løgmann og Anfinn Olsen, reiðara og formann fyri Reiðarafelagnum at hava innlegg. Út við 100 fólk høvdu leitað sær oman í Mentunarhúsið, har fundurin bleiv hildin.

Fiskivinnunýskipan neyðug
Kaj Leo Johannesen legði fyri við at greiða frá tí neyðuga fyri land okkara av at fáa eina fiskivinnunýskipan.

Samgongan arbeiðir í løtuni við einari nýggjari fiskivinnuskipan. Roynt verður at fáa eina breiða semju um eina slíka nýskipan. 

Skiftandi meirilutar ikki verið samdir um nýskipan
Verandi lóggáva er frá 1996 og grundin til, at hon ikki er broytt fyrr er, at skiftandi meirilutar síðani 1996 hava ynskt hesa skipan og ikki hava fingið meiriluta fyri nýggjari skipan.

Hetta er eitt sera trupult arbeiði, tí ósemjurnar øll árini millum flokkar og í flokkum hava verði stórar, tað verði seg bæði av politiskum prinsippum og ymiskum áhugamálum.

Verulig roynd at gera nýskipan
”Vit gera nú eina veruliga roynd at fáa broytt tað gomlu skipanina, og eg haldi tað hava stóran týdning, at vit fáa eina breiða semju um hetta so týdningarmikla mál” legði Kaj Leo Johannesen áherðslu á.

Tað er neyðugt, at tann nýggja skipanin gevur optimalt til landsbúskapin, samtíðis sum íverksetara- og íløguhugurin ikki verður køvdur og at vinnan hevur møguleikar fyri at forvinna pening.

Nýggj stór rættindi skapt nógv arbeiðspláss
”Tað er rætt at vit hava í hørðum bardaga fingið stór rættindi til okkara land og fólk, og at tað óvanliga yvirskotið hjá vinnuni er brúkt til at skapa óvanligar íløgur á landi, fyri at skapa arbeiðspláss runt um í landinum.

Kaj Leo helt fyri, at tað var hansara persónliga og størsta ynski, at vit ikki byrja at flokka okkum upp í tit og vit. Vit eru øll í sama báti, tí hevur tað stóran týdning við breiðari semju, um eina nýggja skipan.

Hyggja frameftir Lat okkum hyggja frameftir og gloyma teir feilir, sum vit oftani halda hini gera og eisini vit gera, og smíða eina góða nýggja framtíðarskipan innan okkara høvuðsvinnu,” vísti hann á.

At blakað øll okkara hart vunnu fiskirættindi (fólksins ogn) út til hægstbjóðandi/-útlendingar kann gerast ein vanlukka fyri okkara búskap og kann skapa stagnatión og negativa virðisøking í vinnuni. Tí hava ongi onnur lond í heiminum roynt hesa skipan.

Samfelagstýdningurin av fiskivinnuni
Eftir at løgmaður var liðugur við sítt innlegg, helt Anfinn Olsen sína framløgu, ið hann grundaði á greiningina, sum Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Føroya Reiðarafelag av týdninginum, sum fiskivinnan og aðrar vinnur hava fyri samfelags¬búskapin. 

Anfinn Olsen vísti fyrst á gongdina í búskaparligu virðisøkingini í ávikavist heimaflotanum og fjarfiskiflotanum. Í 2002 var virðisøkingin í heimafiskivinnuni umleið 1,3 mia. kr., men hetta talið er støðugt minkað. Í 2013 var tað komið niður á umleið 600 mió. kr. Øðrvísi hevur gingist við virðisøkingini í fjarfiskivinnuni. Í 2002 varð virðisøkingin slakar 800 mió. kr., men hetta talið er fram til 2013 tvífaldað til næstan 1,6 mia. kr. 

Í síni greining brúkar Magni Laksafoss bruttofaktorinntøkuna (BFI), sum er bruttofaktorúrtøkan (BFÚ) frádrigið merivirðisgjald. Hagtalsgrundarlagið eru tøl, sum hann hevur fingið úr roknskapargreiningunum í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni. 

Hann ger fyrst upp, hvussu nógv keldurnar, ið føða føroyska búskapin, geva. Í øðrum lagi hevur hann roknað út, hvussu nógv stavar frá eftirspurningi hjá avleiddum vinnum. Í triðja lagi hevur hann roknað út, hvussu nógv hesar keldur geva til tað almenna, og í fjórða lagi, hvussu nógv hetta skapar av almennum avleiddum virksemi.

Útrokningin vísir, at umleið 5 mia. kr. av samaða BFI upp á góðar 12 mia. kr. í 2012 stava frá fiskivinnuni. Yvir tíð hevur íkastið hjá fiskivinnuni til føroyska búskapin ligið millum 40% og 60%. Ein nýggj fiskivinnuskipan má tí taka hædd fyri, at hon kann fáa heilt stóra ávirkan á føroyska búskapin, um ikki verður rætt atborðið.

Anfinn Olsen vísti síðan á, hvussu fíggjarligu flytingarnar eru millum vinnuna, tað almenna og avleiddar vinnur. Tølini eru víst í talvuni niðanfyri.

Anfinn Olsen metti síðan um tann týdning, sum vinnan hevur fyri virksemið kring havnalagið í Fuglafirði. Hann vísti á, at talan er samanlagt um millum 530-540 arbeiðs-pláss, harav uml. 90% eru beinleiðis ella avleitt frá fiskivinnuni.

Víðari vísti hann á, at skipini skapa stóran eftirspurning lokalt, tá tey koma til Fuglafjaraðar at leggja veiðuna upp. Hatta er bæði galdandi fyri Fagraberg og Akra¬berg. Á sama hátt skapa onnur skip stóran eftirspurning har tey leggja sína veiðu upp. Til dømis: Enniberg í Tórshavn, Niels Pauli í Hvalba, Norðborg í Klaksvík v.m.

At enda vísti Anfinn Olsen eina talvu, sum vísir rakstrarúrslitið hjá heimaflotanum í tíðarskeiðnum frá 1985 til 2013. Við undantak av nøkrum fáum árum hevur heimaflotin havt reyð tøl á botnlinjuni. Størsta avbjóðingin í fiskivinnuni er tí, at skapa fyritreytir fyri, at heimaflotin fær eitt positivt rakstrarúrslit, sum ger tað møguligt at endurnýggja vinnutólini, at skapa nøktandi umstøður til manningarnar, og at geva teimum, sum hava árræði til at gera íløgur í heimaflotan, eitt nøktandi avkast av íløgunum.

Fremmandur kapitalur í fiskivinnuni
Undir orðaskiftinum vóru nógv mál uppi og vendu, alt frá uppboðssølu, tilfongisgjald og fremmandur kapitalur í fiskivinnuni.

Anfinn Olsen vísti á, at fremmandur kapitalur var í helminginum av føroysku fiskivinnuni. Fremmandur kapitalur er sambært lóg avmarkaður til 33 % í føroysku fiskivinnuni, samstundis sum ræðisrætturin skal vera á føroyskum hondum.

Anfinn vísti á, at tað var ikki rætt, at fremmandur kapitalur í hansara virksemi var meiri enn tað loyvda, sum eitt nú kringvarpssendingarnar um fiskivinnuna kundu týtt uppá. Tvørturímóti var fremmanda luttøkan minni enn tey loyvdu 33 %´ini - nevniliga bert 24 %.

Sum eitt kuriosum nevndi hann, at kvf-journalistarnir vóru ógvuliga grammir eftir dokumentatión um útlendskan kapital, men tá ið teir funnu út av, at útlendingar ella í hansara føri íslendingar bert fingu síni 24% av vinningsbýtinum, var málið ikki so áhugavert.

Fremmandur kapitalur fortreyt fyri nýggjum virksemi
Eisini Hanus Hansen, sum var á fundinum sum áhoyrari, svaraði spurninginum um útlendskan kapital upp á beinleiðis fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, tingmanni. Hanus helt tað vera sera óbehageligt støðugt at vera lagdur undir illgruna at vera strámaður fyri útlendskan kapital.

Tvørturímóti hevði hann sjálvur upprunaliga biðið norsks stórreiðaran Røkke um at stuðla sær í Næraberg-projektinum og Røkke fyri at takka gjørdist tað veruleiki. Men tá ið Røkki ikki vildi vera við meir, tí tapini blivu ov stór, eydnaðist tað at fáa hollendingar at taka yvir og tí kundi projektið halda fram. Eisini Faroe Pelagic var eitt úrslit av samstarvinum við hollendingar. Og hetta var einasta uppisjóvarvirki í Føroyum, tá ið makrelveiðan tók seg upp.

Tí hava virki ikki goldið skatt
Eisini skattaspurningar vóru havdir á lofti. KvF hevði í sínum sendingum m.a. víst á, at fleiri virkir, sum nú forvinna sera nógvan pening, ikki hava goldið skatt til landskassan.

Hetta er sera einfalt, vísti Anfinn á. Skattalógin loyvir øllum vinnuvirkjum avskrivingar av íløgum og við keypinum av Fagrabergi hevði Framherji eina stóra upphædd at avskriva. Henda avskriving var liðug í 2011 og tí bleiv skattur goldin í 2012 og vinningsbýti útlutað. Men við keypinum av Akraberg og søluni av Vesturvón var aftur skattlig saldo at avskriva og tí var ongin skattur goldin í 2013.

Peningur ”í lumman” hjá privatum dupult-skattaður
Upp á fyrispurning um peningur kundi takast úr vinnuni í lummarnar hjá privatmonnum, sum kvf-sendingarnar bendu á, svaraði løgmaður, at ein og hvør vinningur í einum vinnuvirki bleiv skattaður við vanligum partafelagsskatti. Blívur peningur tikin úr felagi, skal eisini vinningsbýtisskattur gjaldast. Sostatt verður peningur, sum verður tikin út úr felagi og fer í ”privatar lummar” skattaður tvær ferðir og svarar hetta nøkulunda til vanliga lønarskatt.

Sum eitt hugaligt innlegg greiddi Jóhannus Martin Olsen, sum í mong ár var tingmaður fyri Sambandsflokkin, frá um sína tíð sum maskinmeistari við eitt nú Krúnborg og tann fantastiska útvikling, sum pelagiska vinnan hevði verið fyri.

Uml. 100 fólk á fundi
Samanumtikið var hetta ein sera áhugaverdur fundur, sum setti nógvar spurningar upp á pláss í kjalarvatninum av kvf-sendingunum um fiskivinnuna. Fundurin var væl vitjaður – út við 100 fólk vóru á fundi.

Samhald