Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskivinnunýskipanin - best við breiðari politiskari semju

Politiska skipanin í Føroyum skal nú standa sína roynd. Verður ongin nýskipan av fiskivinnuni, er vinnan hildin uppi við tosi í 10 ár og harafturat vísir politiska skipanin í verki, at henda ikki er før fyri at arbeiða við nýskipanum, sum framtíðartryggja okkara samfelag, og ger tað kappingarført í mun til onnur framkomin lond. At útseta fiskivinnunýskipanina er undanførsla og eitt tekin um veikleika

Breið politisk semja neyðug
Sambandsflokkurin eigur nú at vísa samfelagsábyrgd og gerast ein seriøsur viðspælari í sambandi við fiskivinnunýskipanina.

Hetta málið er alt ov álvarsligt til at gerast ein partapolitisk kastibløka og verða brúkt av ávísum samgongulimum til at trýsta og hótta við til at fáa onnur mál ígjøgnum.
Tað er ov lætt og ov bíligt bara at seta seg aftur á og hugsa um egin flokspolitisk og persónlig áhugamál.

Í løtuni vísir samgongan sera vánaligt arbeiðslag og fyri okkum, sum standa á síðulinjuni og eygleiða, so valdar snøgt sagt kaos. Tí má samgongan taka seg saman og lúka út úr politisku prosjektunum og velja tey politisku prosjekt, sum eru mest virðisskapandi og tryggja okkara fíggjarliga haldføri. 

Eitt nú, vildi tað verið skilagott at parkera fólkaatkvøðuna um nýggja stjórnarskipan (eitt politiskt balladumál, sum alt ov nógv burturspilt orka og tíð fer til).

Sambandsflokkurin sat í landsins leiðslu í umleið 8 ár saman við Fólkaflokkinum og nógv gott kom burturúr, sum fruktirnar siggjast av ídag, men vit mugu eisini taka í egnan barm og viðurkenna, at tíverri kom onki burturúr fiskivinnunýskipanini, sum  eisini tá stóð í samgonguskjalinum. Nú er Sambandsflokkurin í andstøðu og hevur tí ein annan leiklut, men við floksins uppleggi til eina fiskivinnunýskipan eigur ein breið semja at fáast í lag. 

Kemur Sambandsflokkurin møguliga aftur í samgongu við Fólkaflokkinum er heilt vist, at ongar broytingar verða framdar komandi árini á fiskivinnuøkinum. Tað kann Sambandsflokkurin jú ikki liva við sambært egnað uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum greitt vísir, at tørvur er á broytingum og tillagingum.

Men uttan mun til samgongu ella andstøðu, so er Løgtingið og løgtingslimir valdir at leiða og stýra sama landið og somu fiskivinnu, og fremja bestu loysnir fyri bæði vinnulív, land og fólk. 

Uppskotini líkjast -  ein semja eigur at finnast
Í november 2016 lanseraði Sambandsflokkurin sítt egnað uppskot um eina nýskipan av fiskivinnuni og síðan vórðu samráðingar við samgonguna við grundarlagið i hesum uppskoti. Alment hevur verið frammi, at í semjuuppskotinum fekk Sambandsflokkurin ígjøgnum umleið 95% av sínum ynskjum og krøvum - hetta semjuuppskot fyrilá í mars 2017. Um hetta er satt, so má orsøkin til úrslitaleysu samráðingarnar verða, at  tey írestandi 5% vóru so avgerandi fyri Sambandsflokkin ( ella samgonguna), at ikki bar á mál tá við samráðingunum. 

Hvat skilti partarnar?
Ein semja snýr seg um eina vinn-vinn støðu og ikki, at bara annar parturin fer avstað við øllum sínum ynskjum og fyrimunum.

Sambandsflokkurin fekk 6.046 atkvøður til seinasta løgtingsval og er ein av størstu flokkunum, sum tí eigur at traðka í karakter og vísa ábyrgd í hesum málinum. Tað er lætt bara at siga nei uttan at hava nakað sjálvur at bjóða uppá, men hesin politiski nei-atburðurin hevur eisini eina avleiðing og við hvørt eina katastrofala avleiðing uppá longri sikt.

Eg havi lisið uppskotið hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan og eisini  fyriliggjandi uppskot hjá samgonguni og líkjast tey á fleiri økjum. Eitt nú líkjast endamálsorðingarnar og allýsingar í lógaruppskotinum. Eisini líkist lívfrøðiligi parturin og semja er um týdningin av góðari stovnsrøkt, umframt at báðir partar halda tað vera skilagott sum framkomin fiskivinnutjóð at byggja nýtt Havrannsóknarskip.

Sambandsflokkurin leggur upp til eina kvotuskipan og tað ger eisini samgongan, við undantøkum fyri smábátar (serskipan við fiskidøgum o.a.). Upplýsast kann, at umleið 95% av heildarveiðini ella allari veiði hjá Føroyum longu er regulerað og stýrd við kvotum.

Semja er um 8 ára gildistíð fyri verandi veiðiloyvi, grundað á søgulig rættindi o.a.

Partarnir ynskja báðir umsitingarætlanir og ásettar veiðireglur fyri botnfiskasløgini undir Føroyum.

Semja er um, at alt skal til lands, hóast eg meti, at hetta má gerast yvir ávíst tíðarskeið fyri at tillaga móttøku og eisini tryggja optimalu virðisskapanina hjá skipum og manningum.
Semja er eisini um at halda fram við tilfeingisgjøldum á veiðuna.

Semja er harafturat um antitrustreglurnar, sum nú eru hækkaðar í fyriliggjandi uppskoti frá samgonguni - hetta til fyrimuns fyri verandi aktørar í vinnuni. 

Ósemjurnar eiga at kunna loysast
Hvar eru ósemjurnar?
Í táverandi semju millum Sambandsflokkin og samgonguna søgdu báðir partar seg vilja ella kunna góðtaka eina leypandi uppboðssølu, talan var um eini 15-20% umframt at bjóða nýggj rættindi út. Ósemjan snýr seg mær vitandi um nøkur fá prosent til ella frá.

Sjálvt Fólkaflokkurin hevur verið at tosa við um ein minni part á uppboðssølu og hevur eisini alment nevnt eitt tal uppá 10%.

Í løtuni verður ein  partur av pelagisku veiðini og barensthavsrættindum longu seldur á uppboði.
Ein annar partur er ósemjan um útlendskan ognarskap í fiskiførum. Hesin parturin er bæði avgerandi og ikki. Tá vit í forvegin krevja tilfeingisgjald frá veiðu, so hevur útlendskur ognarskapur ikki sama týdning, sum uttan tilfeingisgjald. Tað, sum talar fyri er møguleikin fyri at tilføra kapital til íløgur o.a. og tilføra vitan og førleikar frá útlendskum íleggjarum.

Heldur enn at útiloka útlendska kapitalin, er neyðugt at gera greiðar lógarásetingar fyri landing og virðisøking av tilfeinginum og tryggja marknaðaratgond, sum gevur optimalar møguleikar fyri virðisøking her á landið.

Ein fiskivinnunýskipan stendur og fellur ikki við útlendskum ognarskapi í mun til øll hini góðu tingini, sum kunnu setast í verk.

Farið í arbeiðsklæðini
Verður nýskipanin og tess broytingar ikki settar í verk 1. januar 2018, so er tað aftur vinnan, sum verður tikin til gýsla av politisku skipanini í nógv ár framyvir og kemur ivaleyst at standa sum tapari - saman við politisku skipanini.

Tit politikarar eru valdir av fólkinum at leiða og stýra hesum landinum og tí forvænta Føroya fólk, at tit taka neyðugu avgerðirnar og handla.

Farið tit tí í samgonguni og Sambandsflokkurin í arbeiðsklæðini og haldi fram við at samráðast til ein semja fyriliggur - alt annað er ábyrgdarleyst.

Stuttíðar lappaloysnir føra ikki til nakað, og ein semja við 1 ella 2 mandatum tilyvirs, endar við broytingum í einari komandi samgongu, meðan ein breið politisk semja um fiskivinnunýskipanina vildi gjørt, at hon helt framyvir.

Tað, sum skal til frá øllum pørtum er at vísa samfelagsábyrgd, vilja og ein konstruktivan innsats.

Johan Dahl