Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fiskivinnuroyndir lýsir nú eftir verkætlanum

Umsóknarfreistin er 3. desember 2018 kl. 12.00 og væntandi verða uml. 7 mió. kr. útlutaðar í 2019

 

Fiskivinnuroyndir er skipan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndum og kanningum við týdningi fyri fiskivinnuna, bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar.

 

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:

 

-  Burðardyggur fiskiskapur
-  Royndarveiða og virðisøking av fiski
-  Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

 

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

 

Les meira á heimasíðuni hjá Fiskivinnugransking her.