Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FJARHITAFELAGIÐ VIÐ SPENNANDI VISJÓN

- Vit boða nú frá yvirskipaðum átøkum, sum eigararnir ynskja, at Fjarhitafelagið arbeiðir við í 2016. Endamálið er á skilabesta hátt at veita hita og orku til borgarar, stovnar og vinnuna, sigur Halla Samuelsen, býráðslimur og forkvinna í nevndini í Fjarhitaelagnum.

 Eigararnir av Fjarhitafelagnum hava samtykt eina visjón, sum sigur, at Fjarhitafelagið skal leggja seg eftir at veita umhvørvisligan, tryggan, lættan og bíligan hita til so nógvar kundar sum gjørligt, at Fjarhitafelagið skal virka fyri, at sum minst av avlopsorku fer til spillis, og at Fjarhitafelagið skal vera ein týðandi liður í, at Tórshavnar Kommuna, SEV og eisini føroyska samfelagið náa sett mál á umhvørvis- og veðurlagsøkinum í 2030. 

Betrað veiting

 Fjarhitafelagið skipar fyri at gagnnýta avlopsorkuna frá ruskbrenningini á Kommunalu Orku- og Brennistøðini og elframleiðsluni hjá SEV, ið verður veitt til upphiting av bygningum í Tórshavnar kommunu. 

 - Tað er eingin ivi um, at eigararnir meta fjarhitaskipanina sum týdningarmiklan og skilagóðan orkubera í virkinum at veita hita og orku til borgarar, stovnar og vinnuna. Tó er tað so, at neyðugt er hjá einum so týðandi samfelagsaktøri sum Fjarhitafelagið, at miðvíst verður arbeitt við, at leggja seg eftir at betra um sítt virksemi og harvið sína tænastu. 

 - Eitt náttúrligt mál má sostatt vera at røkka flest møguligum kundum og økja sítt inntøkugrundarlag innan teir karmar og møguleikar, sum liggja í tilfeinginum, fyri aftur at kunna gera fleiri munardyggar betringar av veitingini. Eitt burðardygt og umhvørvistillagað fjarhitanet, ið á skynsaman hátt kann veita hita og orku til flest møguligar kundar, skal raðfestast, sigur Halla Samuelsen.

Hitaætlan

 Arbeiðast skal fram ímóti einari hitaætlan fyri Tórshavnar Kommunu, sum skal greina og raðfesta, hvussu fjarhitin sum týðandi orkuberi kann leggjast til týdningarmikil tyngdarpunkt í býnum við nógvum brúkarum soleiðis, at fjarhitanetið kann økjast miðvíst og fíggjarliga skynsamt.

 - Landssjúkrahúsøkið og vesturbýurin við sínum stóru stovnum og virkjum, vinnuøkið á Hálsi við sínum vinnuvirkjum og Gundadalur við sínum stóra ítróttarøki eiga at raðfestast frammarlaga. Ein samanbinding av hesum fer at skapa eitt leiðingarnet, ið sjálvsagt fer at íbinda bústaðarøkini, sgiur Halla.

 Og sum ein avleiðing av ynskjunum hjá eigarunum um at fáa Fjarhitafelagið sum týðandi orkubera og mest týðandi veitara av hita til borgarar, stovnar og vinnuna í Tórshavn, eru ásett fleiri átaksøki hjá felagnum at arbeiða eftir.

 - Felagið fer í inniverandi ári til dømis at arbeiða og virka fyri eini branding- og samskiftisætlan og at gera eina fjarhitalóg at lata myndugleikunum til víðari viðgerð. Felagið fer t.d. eisini at gera eina prísskrá við kappingarførum prísum, gera nøktandi avtalu við SEV um nýtslu og gjald av elketlinum á Sundverkinum og tiltaksveiting frá motorunum á Sundsverkinum. Felagið fer eisini at gera nøktandi avtalu við SEV um hitaveiting frá eini komandi støð 3 á Sundi, sum eisini skal góðkennast av Tórshavnar Kommunu, sigur Halla Samuelsen.

 Tá tað snýr seg um íløgur, so fer avlýsir felagið útbjóðingina í Kringluni. Ætlanin verður sett í bíðistøðu soleiðis, at hon kann sampakka við “Hitaætlanina fyri Tórshavnar Kommunu”. Felagið ger tí íløgu- og fíggjarætlan fyri útbyggingar av fjarhitanetinum í samsvari við somu komandi hitaætlan. Mobilanlegg skal útvegast til nýtslu, um rørbrot henda og til fyribilsloysnir í økjum, har fjarhitanetið er ætlað at røkka. Felagið ger íløgu í heittvatnstanga og hitapumpu á Sundi og/ella við Kommunalu Orku- & Brennistøðina á Hjalla, KOB.