Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fjølment á val at velja lista E

Veljarakanningarnar vísa, at listi E í Tórshavnar kommunu hevur framgongd, men valdagurin er avgerandi, og tí er alneyðugt, at vit fara fjølment á val at seta krossin við lista E.

Seinasta takið er tikið, tá seinasti krossurin er settur, og tá kann væl henda, at listi E hevur vunnið fimm umboð í Tórshavnar býráð. Seiggj er í Tjóðveldinum. Tað er prógvað mangan fyrr.

Vit í Tjóðveldi hava loyst mong stórmál í býráðnum seinastu átta árini, og vit eru til reiðar at loysa mong aftrat. Vit hava ein frálíkan lista við dugnaligum og nærløgdum valevnum.

Set X við lista E valdagin. Tá er kommunan í tryggum hondum!

Jógvan Arge, býráðslimur