Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FK og Fólkaheilsuráðið kunna um Matarvarðan

Í viku 5 – t.e. dagarnar 30. januar til 4. februar – verður skipað fyri kunnandi tiltøkum í FK-handlunum kring landið. Tað er FK, saman við Fólkaheilsuráðnum, ið hevur tikið stig til hesi tiltøk.

Í November í fjør kom tann nýggi Matarvarðin hjá FK og FDB. Matarvarðin tekur støðið í teimum almennu 8 kostráðunum.

Nú er gjørdur bóklingur, sum á sera einfaldan og upplýsandi hátt greiðir frá, hvussu Matarvarðin kann verða brúktur. Í bóklinginum um Matarvarðan verður fyrst og fremst dentur lagdur á heilsugóðar matvørur, og matvanar. Eisini er dentur lagdur á, at etur tú sambært Matarvarðanum, kanst tú minka um CO2-útlátið, og tað tálmar veðurlagsbroytingunum.

Sum nakað nýtt í Matarvarðanum skulu nærum allar vørur sum rís, pasta og breyð nú vera fullkornsvørur, og eisini verður mælt til at nýta onnur kornsløg ístaðin. Á teimum kunnandi tiltøkunum kring landið fara fólk frá FK-handlunum, limanevndunum og tveir kostfrøðingar hjá Fólkaheilsuráðnum at greiða frá Matarvarðanum og heilsugóðum matarvanum. Eisini er ymiskt kunningartilfar at fáa, sum t.d. bóklingur, ið greiðir frá hvussu Matarvarðin eigur at verða nýttur, plakat við Matarvarðanum og útklippingarblað til børnini at royna sín kunnleika um heilsugóðan kost sambært Matarvarðanum.

Kunnandi tiltøkini um Matarvarðan og góðar matarvanar verða hildin í handlum FK á hesum støðum til hesar tíðir:

FK í Hoyvík mánadagin 30. januar kl. 14-17.

FK í miðbýnum í Havn týsdagin 31. januar kl. 14-17.

FK í Trongisvági mikudagin 1. februar kl. 12.30-15.00.

FK í Fuglafirði hósdagin 2. februar kl. 11-14.

FK við Saltangará hósdagin 2. februar kl. 15-17.

FK í Miðvági fríggjadagin 3. februar kl. 14-17.

FK í Klaksvík leygardagin 4. februar kl. 11-14.