Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FLAGGDAGSHALD: - Merkur Teatrið fyri 45 árum síðani

Í dag, flaggdagin, eru 45 ár liðin síðani trúboðarin og stovnarin av Zarepta, Brynleif Hansen, sáli tók stig til føroysku evangelisku fundarøðina í Keypmannahavn, sum varð hildin flaggdagsvikuskiftið í 1970 í Merkur Teatrinum á Vesturbrúgv, beint við Vesterport. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranrs@olivant.fo

Fundarøðin byrjaði fríggjakvøldið 24. apríl kl.20.00 og endaði sunnukvøldið 26. apríl. Sunnudagin vóru tvey møtir, tað fyrra kl.16.00 og tað seinna kl.20.00

Møtini vóru væl vitjað. Eg síggi, at í dagbókina havi eg skriva soleiðis fríggjakvøldið 24. apríl: “Í dag var tað fyrsta møti í tí føroysku møtirøðini í Merkur. 300 menniskjur vóru........” og í dagbókini síggi eg, at tað eisini hava verið umleið 300 fólk á møti sjálvan flaggdagin 25. apríl.

Brynleif ynskti at náa sínar landsmenn í Danmark við evangeliinum, har hann eisini hevði virkað í nøkur ár. Hann hevði upplivað stór vekingarmøtir á samfelagsmøtunum í Ebenezer seinastu trý árini, har hann talaði evangeliið og bjóðaði fram til frelsu. Tá vóru mong, sum komu fram og sum upplivdu eina persónliga frelsu.

VÁRIÐ 1970
Brynleif var mitt í eldinum á vári í 1970, og nú ynskti hann at taka nakað av eldinum í Føroyum til sínar landsmenn í Danmark. Hann valdi at sameina fundarøðina við feiringina av føroyska flagginum, sum er MERKIÐ við krossinum, og sum tí væl kann sameinast við eina evangeliska fundarøð – og krossurin í MERKI føroyinga varð settur í hásæti hetta vikuskiftið á Vesturbrúgv í Keypmannahavn!

TEMAÐI
Svágur Brynleifs, Arni Thomsen, fekk til uppgávu at gera ein stóran bannara av timburbrettum, sum skuldi hanga omanfyri talarastólin og síggjast av øllum, sum komu á møti. Á bannaranum varð skrivað: KRISTUS FRELSIR TIL FULNAR. Eg minnist, at eg og Brynleif fóru í málingahandilin hjá Ib Bryld, sum eisini var svágur Brynleifs, at keypa máling og penslar, sum skuldu brúkast til bannaran.

Bannaraáskriftin var temaði undir fundarøðini, og Øssur Berghamar skrivaði ein sang við sama temaði: “Kristus frelsir til fulnar.” Hesin sangurin varð fyrstu ferð sungin fyri 45 árum síðani á føroysku møtunum í Merkur, og síðani tá hevur hann verið ein høgt elskaður og nógv sungin sangur í samkomunum í Føroyum, og ikki minst millum føroyingar í Danmark. 

LUTTAKARAR
Vit vóru fleiri, sum fóru úr Føroyum í hesum sambandi: Brynleif, Petur Háberg, Ingálvur av Reyni, Svenning av Lofti, Øssur Berghamar, Árni Bech Jensen, Finnleif Durhuus, Páll á Lakjuni, Beinta og Ejler Jacobsen, Absalon Absalonsen og undirritaði. Rodmundur í Liða, sum búði í Danmark um hetta mundi, var eisini ein partur av toyminum, og sum tá var kendur undir navninum Rodmundur Nielsen. Tá arbeiddi hann sum lækni á sjúkrahúsinum í Nestved.

Brynleif, Petur, Svenning og Rodmundur vóru talararnir. Ingálvur var boðin við sum sangari, og sangbrøður høvdu ábyrgdina av sanginum á møtunum, og Beinta hevði ábyrgd av undirspælinum saman við Øssuri og Finnleifi. Absalon Absalonsen og undirritaði tóku ímóti fólki, og undirritaði var eisini biðin um at skipa fyri føroysku bóka-og plátusøluni, sum eisini var ein partur av átakinum. Nakað av bókum vórðu seldar, men nógv meira av plátum.

SANGURIN
Sangurin gekk væl hesi kvøldini í Merkur-teatrinum, borin uppi av sangbrøðrum og kenda tenorinum og solistinum Ingálvi av Reyni, og spælinum hjá Beintu Háberg Jacobsen. Um ikki hesir góðu sangararnir fyltu teatrið við sínum góða sangi, so er ivasamt, um so nógv fólk hevði komið til møtini. 

TALUR OG VITNISBURÐAR
Rodmundur var tann fyrri talarin á tí fyrsta møtinum, sum var fríggjakvøldið 24. apríl kl.20.00 Rodmundur hevði valt sær eitt evni, sum óivað vakti ans hjá nógvum. Hann tosaði um tann “møguliga ómøguligleikan.” Rodmundur legði dent á, at tað er ómøguligt hjá menniskjum at frelsast í sær sjálvum, men at hesin ómøguligleiki er gjørdur møguligur við deyða Kristusar. 

Aftaná Rodmund talaði Brynleif, sum eisini var høvuðstalarin undir fundarøðini. Eitt av kvøldinum talaði hann um tann burturvilsta sonin, sum var eitt av yndisevnum hansara.

FLAGGDAGURIN
Flaggdagurin 25. apríl varð hildin í røttum flaggstíli, tá toymið, sum búðu á Hotel Hebron, gingu í skrúðgongu frá Hotellinum og yvir á Merkur Teatrið við føroyska Krossmerkinum í húnar hátti, sum tað eisini var undir øllum møtinum hetta kvøldið. 

Tað var Petur Háberg, sum hevði flaggrøðuna, og tað var heilt greitt, at hann kendi seg íblástan av at standa millum føroyingar í Keypmannahavn sjálvan flaggdagin við Merkinum veittrandi undir liðini. Petur talaði um krossin í Merkinum, og seinni um kvøldi skrivaði eg í dagbókina: “Petur Háberg dugdi væl at lýsa evangeliið við søguni um okkara flagg og eisini krossin í flagginum. Eitt flaggdagshald, sum peikaði á krossin á Golgata.” Brynleif var tann seinni talarin.

SUNNUDAGURIN
Sunnudagin vóru tvey møtir. Kl.16.00 talaðu Svenning av Lofti og Absalon Absalonsen. Á møtinum kl.20.00, sum var tað seinasta møti, var Brynleif tann fysti talarin og Petur Háberg tann seinni. Á hesum møtinum fingu Ejler Jacobsen og undirritaði høvi at avleggja hvør sín vitninsburð. Brynleif endaði møti og harvið eisini fundarøðina, har hann beyð fólki at koma fram, sum ynsktu at taka eina støðu fyri frelsaran.

Tordur Niclassen, sum um tað mundi læs til pleygara í Glostrup, var til møtini. Undirritaði hevur verið í samband við Tord í dag, og spurt hann hvat hann minnist til møtini. Tordur sigur, at hann minnist einki aftur til møtini uttan tað, at boðskapurin gjørdi stórt árin á hann, at hann ynskti at hoyra meir. Tordur heldur fram og sigur, at tí stóð hann leingi úti í forhøllini, eftir at møtið var liðugt, og vónaði, at onkur kom at tosa við seg um andalig viðurskifti, men eingin kom. 

Brynleif hevði stórar ætlanir at fara aftur til Danmarkar ári eftir, men so skuldi ikki verða!