Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri aktørar skapa nýhugsan og bíligari streym til føroyingar

Tíðin hevur leingi verið búgvin til, at politiski myndugleikin tryggjar, at fleiri aktørar sleppa inn á el-veitingarmarknaðin, so nýhugsan kemur í hásæti, og el-prísir lækka 

Samstundis, sum Løgtingið hevur aðalorðaskifti um el-veiting í Føroyum, er føroyski marknaðurin fyri el-veiting á einum vegamóti.

- Nú er tíð uppá at koma víðari. Eftir 8 ár við galdandi lóggávu er rætt at lata el-marknaðin veruliga upp. Fleiri aktørar mugu sleppa inn at kappast til gagns fyri føroyska brúkaran. Alternativið er, at Føroyar flyta seg aftur í gomlu monopolstøðuna, har ið menningin aftur dovnar.

Tað sigur stjórin í orkufelagnum Røkt, Jóhan í Niðristovu. Hann vísir landspolitikarum á, at hóast lóggávan formliga loyvir fleiri framleiðarum á el-marknaðin, er tað bert galdandi á pappírinum.

- Veruleikin er, at um føroyski brúkarin - vit øll - skulu fáa gleði av nýhugsan, øktum dynamikki og bíligari streymi, so má marknaðurin latast veruliga upp, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri.

Í frágreiðing, sum Røkt hevur latið løgtingslimum og júst nú almannakunngjørt, er ein røð av fyrimunum við fleiri aktørum, m.a.: størri innovatión; meiri framleiðsla úr varandi orkukeldum; lægri og sambæriligir brúkaraprísir; størri virksemi og størri virðisskapan í el-veitingarvinnuni.

Røkt hevur m.a. hesi tilmæli til framtíðar el-orkupolitikk Føroya:

• Endurskoða reglur um at lata framleiðsluloyvir fyri at fáa eina meira dynamiska vinnu

• Útbjóðingartreytir mugu stilla bjóðarar líka

• Lata upp fyri meiri brúkarastýring og prísdifferensiering

• Lættari at elektrifisera orkunýtslu

• Myndugleikavgerðir mugu takast nógv skjótari

• Landsstýrið eigur at taka sær størri ábyrgd av elveitingarmarknaðinum

• El-net og systemábyrgd eiga at leggjast í eina juridiska eind fyri seg

• Røkt eigur – eftir 10 ára bíðitíð – at sleppa til verka við síni pumpuskipan