Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri eldri enn 67 ár eru til arbeiðis

FRÁFARINGARALDUR: Sjálvt um fleiri kommunur velja at fylgja reglunum hjá landinum, um at fólk kunnu arbeiða til tey eru 70 ár, so er enn munur millum kommunur og land. Starvsmannafelagið mælir til somu reglur fyri allan tann almenna sektorin
 
Øssur Winthereig – PRESS
 
Bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum eru alt fleiri millum 67 og 74 ár til arbeiðis. Síðani 1995 er talið vaksið úr 405 upp í 1132 fólk, sum arbeiddu, sjálvt um tey vóru farin um aldurin at fáa fólkapensjón.
 
Í 1990-unum vóru tey flestu gomlu í privatum arbeiði, men í hesi øldini er talið á gomlum ella eldri innan tað almenna vaksið alsamt.
 
Í 2015 vóru áleið 500 millum 67 ár og 74 ár í starvi hjá tí almenna og umleið 600 í tí privata. Í 1990-unum vóru millum tríggjar ferðir og fýra ferðir so nógv eldri í privatum arbeiði, enn í almennum.

Í 2015 vóru á leið eins nógv eldri í arbeiði hjá privatum og í tí almenna. Um aldarskiftið vóru meiri enn dupult so nógv eldri í arbeiði í tí privata.
 
Munur á hjá tí almenna
Hjá tí almenna er enn munur á, hvussu leingi fólk sleppa at arbeiða – alt eftir, hvør arbeiðsgevarin er. At tað í hesi øldini eru blivin fleiri eldri innan tað almenna kemst eisini av, at síðani 2007 hava starvsfólk hjá landinum kunnað arbeitt til tey eru 70 ár.
 
Hjá landinum eru reglurnar nú, at tey sum eru 70 ár kunnu søkja um at longja sítt arbeiðsskeið tvey ár í senn.
 
Kommunurnar og interkommunalir felagsskapir so sum SEV og IRF hava sínar egnu reglur.
 
Flestu kommunurnar hava antin havt fráfaringaraldurin á 67 ár ella ongan fráfaringarpolitikk. Tó brúka eitt nú Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna 70 ára fráfaringaraldur.
 
Bæði hjá landinum og í nógvum kommunum var fráfaringaraldurin í kreppuárunum í 1990-unum settur til 67 ár fyri at geva pláss fyri yngri fólki. Í 2007 setti landið og summar kommunur fráfaringaraldurin uppaftur í 70 ár.
 
Starvsmannafelagið heldur, at best er, at allur tann almenni sektorurin hevur somu reglur um fráfaringaraldur.
 
- Vit mæla til, at bæði kommunur og interkommunalir felagsskapir halda seg til reglurnar hjá landinum við 70 ára fráfaringaraldri. Samstundis halda vit, at fólk ikki skulu tvingast at arbeiða til tey eru 70 ár. Fólk mugu eisini sjálvi sleppa at ynskja at fara frá fyrr, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
 
67 ár í Suðri
Tá eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita rendu tvær skipanir í fleiri førum saman. Skipanin hjá landinum við 70-ára fráfaringaraldri og tann hjá kommununum við 67-ára fráfaringaraldri.
 
Fleiri av teimum starvsfólkum, sum høvdu arbeitt í eldratænastuni undir Almannaverkinum hildu seg hava loyvi at arbeiða til tey vórðu 70 ár, men samstundis høvdu kommurnar kanska ymiskan fráfaringaraldur – ofta 67 ár.
 
Eldrasamstarvið í Suðuroynni er skipað í Bú- og Heimatænastuni og har valdu tey at halda fast við, at fráfaringaraldurin skuldi verða 67 ár – eisini eftir 1. januar 2015, tá eldraøkið var yvirtikið. Fyri summi starvsfólk, sum komu frá Almannaverkinum merkti tað, at tey fingu lægri fráfaringaraldur enn tey høvdu sæð fram til.
 
Bert tey starvsfólk, sum 1. januar 2015 vóru 65 ár, kunnu arbeiða til tey verða 70 ár. Tey, sum vóru 63 og 64 ár kunnu arbeiða til tey vórðu ávikavist 68 og 69 ár. Tey, sum vóru 62 ár ella yngri 1. januar 2015 fella inn í 67-ára aldursmarkið.
 
- Vágs Kommuna hevur eina skipan við 67 ára fráfaringaraldri. Nøkur størv – eitt nú umsjónin av bingjuplássinum verður roknað sum seniorstarv og kunnu røkjast til man er 70 ár, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
 
Dennis Holm sigur, at býráðið hevur umrøtt at broyta fráfaringaraldurin, men semja er ikki í verandi býráði. Sjálvur er hann á tí borðinum, at býráðið átti at gjørt skipanir fyri starvsfólk, sum eru eldri enn 67 ár.
 
- Nógv eru sprenfull av orku, so tað er býtt ikki at brúka ta arbeiðsmegina og lova teimum at halda fram, sigur Dennis Holm. Hann sigur, at býráðið hevur umrøtt eina skipan, har fólk yvir 67 ár so líðandi kunnu fara niður í tíð til tey eru 70 ár.
 
70 ár í Runavík
Hinvegin avgjørdu tey í Runavíkar Kommunu, at í teirra eldrasamstarvi – Roðanum – skuldu øll starvsfólk frá 1. januar 2015 hava 70 ára fráfaringaraldur. Saman gjørdu Sjóvar kommuna og Nes kommuna, sum eisini eru við í eldasamstarvinum saman við Runavíkar kommunu.
 
Men nú ætlar Runavíkar Kommuna at broyta fráfaringaraldurin fyri øll starvsfólk í kommunum til 70 ár.
 
- Vit gera tað nú, tí her eru fólk, sum nærkast 67 árum, men tey eru 100 prosent, so tað gevur onga meining, at tey skulu sigast upp, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
 
- Tað var heldur ikki rættvíst, at tey, sum arbeiddu hjá Roðanum høvdu 70 ára fráfaringaraldur og restin 67 ár, sigur Tórbjørn Jacobsen.
 
Runarvíkar Býráð skal viðgera nýggja fráfaringarldurin á býráðsfundi hósdagin 27. oktober.
 
SEV ætlar at broyta aftur
Eisini SEV umhugsar at broyta fráfaringaraldurin aftur. SEV lækkaði fráfaringaraldurin niður í 67 ár, men arbeiðir nú við at hækka hann aftur.
 
- Summi hava arbeitt longri, tí tey hava verið við í upplæring av nýggjum ella tí tað hevur rakt feriutíð, men fráfaringaraldurin er 67 ár. Men nú verður arbeitt við at gera broytingar, sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV.
 
Á SEV hava tey eisini roynt at funnið niðursett størv til tey, sum eru yvir 60, men við fullum pensjónsinngjaldi.
 
- SEV er eisini eitt stórt arbeiðspláss, har fólk kunnu flyta frá eini deild til eina aðru, um okkurt arbeiði gert ov tungt, sigur Bergtóra Høgnadóttir.


FAKTA 
Rundskrivið frá landinum frá 2013 um fráfaringaraldur:
§ 1. Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólki verður framhaldandi sum høvuðsregla 70 ár.
§ 2. Tað áliggur almenna arbeiðsgevaranum at siga alment settum starvsfólki upp í so góðari tíð, at tey
      kunnu fara úr starvi við endan á tí manaði, tey fylla 70 ár.
§ 3.Arbeiðsgevarar kunnu tó velja at leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Tað verður gjørt
     við at seta starvsfólkið í eitt upp í tvey ára tíðaravmarkað starv.
§ 4. Leingjan eftir § 3 kann verða gjørd fleiri ferðir.
§ 5. Hetta rundskriv er ikki galdandi fyri tænastumenn.
§ 6. Rundskrivið um fráfaringaraldur dagfest tann 16. oktober 2007 fer við hesum úr gildi.