Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri grundøkir í Kaldbak og í Hoyvík

30 nýggj grundøkir í Hoyvík.

Býarskipanardeildin hjá Tórhavnar kommunu hevur nú havt nakrar fundir við limirnar í staðbundnu nevndini fyri Kaldbak, har ymiskar møguligar broytingar í byggisamtyktini hava verið umrøddir. Semja var um at gera uppskot um nakrar smærri broytingar fyrst, og samstundis at gera eitt uppskot til heildarætlan fyri Kaldbak, við fleiri økjum, sum kunnu leggjast afturat byggisamtyktini tá ið hetta verður neyðugt.

Ætlaðu broytingarnar av byggisamtyktini eru, at markera nøkur økir uppat verandi býlingum á Gørðum og við Á, sum kunnu útstykkjast til sethús. Talan er um uml. 15-17 grundøkir. Eisini er ætlanin at leggja eitt D-øki til miðstaðarbygging á uml. 9.500 m vestan- og norðanfyri B-økið við skúlan. Harafturat eru nakrar smærri broytingar gjørdar í tekstinum til byggisamtyktina.

Í heildarætlanini er ætlanin at leggja eitt øki til uml. 10-12 grundøkir millum á Skriðubakka og Mjólkargøtu og eitt øki upp á uml. 15 grundøkir eystan fyri útstykkingin á Fløtum.

30 nýggj grundøkir í Hoyvík

Samstundis var einmælt samtykt í byggi og býarskiparnarnevndini og í býráðnum, um at gera ein útstykking uppá 30 grundøkir í Djúpagili/Millum Gilja í Hoyvík uppá 300 fermetrar.

Nú hava vit avgreitt hesi bæði útstykkingarmálini í byggi og býarskiaprnarnevndini og tey vóru einmælt samtykt og mikukvølið samtykti eitt samt býráð omanfyri nevndu ætlanir í Kaldbak og í Hoyvík. Hetta er at fegnast um og tí nú vera fleiri grundøkir tøk í kommununi. Vit hava framvegis ein langan biðilista til grundøkir í Tórshavnar kommunu.

Næsta stigið er ein útstykking í Kollafjørði, sum er um at vera klár at leggja til støðutakan hjá byggi og byarskiparnarnevndini.

Levi Mørk, formaður í byggi og byarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.