Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri myndir: Nólsoyarbørn á kunningarferð

Tá mann býr í Nólsoy, men er partur av Tórshavnar kommunu, so er einki meira rímiligt enn at skúlin ger eina ferð inn í býin av og á, so næmingarnir eru heilt kunnaðir um, hvat fyrifyrst.

Ein dagsvitjan av slíkum slag er rættiliga umfatandi. Børnini vitjaðu sjálvandi í Íshøllini. Aftaná vóru tey gestir hjá kommununi, fyrst í kantinuni í gamla posthúskjallaranum, síðan vitjaðu tey ráðhúsið og so býráðssalin, har borgarstjórin greiddi frá ymsum.

Minkurin var sjálvandi tikin fram í hesum sambandi, men hesi væluppdrignu børnini fingu eisini eina innføring í, hvussu kommunala arbeiðið fer fram í tí dagliga, og borgarstjórin hevði úr at gera at svara spurningum. Aftaná fingu tey gávur, eitt nú endurskin.

Kelda: www.torshavn.fo