Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fleiri nýggj aliloyvi í Noregi

Norska stjórnin fer komandi ár at luta út 45 nýggj aliloyvi, og tað fer at økja framleiðsluna av laksi við 50 til 60 túsund tonsum. Hesin vøksturin verður tó ikki sjónligur fyrr enn um nøkur ár.

Norska stjórnin hevur leingi arbeitt við ætlanum um at skriva út fleiri aliloyvi, og nú hevur hon loksins boðað frá, at hetta verður gjørt næsta ár.

Kolbjørn Giskeødegaard, greinari hjá Nordea, metir, at framleiðslan av norskum laksi fer at økjast við meira enn 50 túsund tonsum, tá ið loyvini verða nýtt til fulnar.

Hetta merkir, at útboðið av laksi á heimsmarknaðinum økist við hóvligari ferð.

Talan er um sonevnd “grøn” loyvi, men enn er óvist, hvussu eitt grønt loyvi verður definerað, hvussu tey skulu útlutast, og nær tey kunnu takast í nýtslu. Tó er greitt, at nøkur loyvi skulu latast smærri alarum.

Helst verður talan um loyvi, sum alarar kunnu veksla á tann hátta, at um teir lata eitt loyvi inn, kunnu teir fáa tvey nýggj loyvi útskrivað.