Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Flísin hjá løgmanni og bjálkin hjá hinum

Í mánaðir hava KvF og andstøðan, kravt høvdið av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, fyri ikki at siga allan sannleikan fyri løgtinginum. Vit spyrja: Nær hava løgmenn og landsstýrismenn undan hesi støðuni, ikki logið fyri løgtinginum, og hvussu er í veruleikanum standurin hjá teimum, sum so glaðbeintir vilja fella endaliga dómin. Vit kunnu heilsa og siga, at moralska støðan hjá teimum, sum rópa harðast, er heilt ússalig.

Dan Klein, journalistur,
greinar politisku støðuna:

Aftaná, at kanningin hjá Gammeltoft, liggur á borðinum, kunnu vit staðfesta, at fleiri sera grovar lygnir førdu til, at Landsstýrismálanevndin avgjørdi, at Tunnilsmálið átti og skuldi viðgerast av serkønum.

Paradoksið her var, at kanningarnar av grovu lygnunum um lógarbrot, kundu ávísa minni brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, men KvF og andstøðan, og partur av samgonguni, hongur seg fast í, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og eigur tí treytaleyst at siga seg úr starvinum, sum løgmaður, og vil hann ikki tað, so eigur eitt misálit at verða reist. 

Í samgonguni var tað fyrst partur av sambandsflokkinum, sum var við at bogna, men síðani hevur Miðflokkurin verið tann, sum hevur havt rygg sum kókað og skrødd Tulip-pylsa, men flokkurin vil ikki vera við til at taka stig til, at kalla løgtingið saman.

Miðflokkurin heldur, at løgmaður eigur at fara frá, men her er bara støðan tann, at flokkurin letur upp til løgmann sjálvan at avgera, um hann heldur, at hann eigur at fara frá.

KvF dróg tunga dreingin í Framsókn, Poul Michelsen, inn á vøllin týskvøldið. Hann skuldi her kjakast við Bill Justinussen um avrættingina av løgmanni. Hjá Poul var eingin ivi. Vildi Kaj Leo ikki frá við góðum, so skuldi hann hjálpast úr stólinum við einari misálitisváttan.

Trupulleikin er bara, at andstøðan er ov stutt, og sjálvt um Miðflokkaspælarin, heldur, at løgmaður eigur at fara frá, so er hann sannførdur um, at Kaj Leo sjálvur finnur vegin. Hann vil ikki vera veðurhani hjá manninum.

Grundgevingin fyri at krevja løgmann frá er at hann tilvitað, ikki hevur sagt sannleikan fyri løgtinginum.

Í fyrstu atløgu virkar hetta, sum eitt rímuligt krav. Tað er ongantíð í lagið at lúgva fyri løgtinginum.

Vit eiga tó ikki at hanga okkum í, at Miðflokkamaðurin, ella Bill Justinussen, halda, at løgmaður sjálvur eigur at finna útav at lata seg glíða út úr starvinum, samstundis sum hann í sendingini, helt uppá, at lógarbrotið var so lítið, at hansara flokkur í hvussu so er ikki vildi vera við til at fella løgmann, men hann metti, at løgmaður tó átti at felt seg sjálvan?!

Flísin í eyganum hjá løgmanni síggja tey flestu, og duga eisini at fylgja kritikkinum um, at helst er tað eitt rímuligt krav, at løgmaður má frá fyri ikki at siga sannleikan.

Men tann, sum hyggur gjølla sær ikki bara flísuna hjá løgmanni, men síggja eisini skjótt bjálkan hjá andstøðuni og eingla-journalistunum, sum lugu, skjóttari enn hestur ríður, undan kanningini, tá teirra lygnir vóru afturvístar í Gammeltoft-kanningini, kom eingin umbering, hvørki til løgtingið ella til Føroya fólk.

Andstøðan var so effektiv, at hon smittaði KvF við pappageykasjúkuni, tí har byrjaði øll at taka upp eftir andstøðuni um grovu lógarbrotini, sum samgongan hevði gjørt í tunnilsmálinum. Øll tey sokallaðu grovu lógarbrotini vóru staðiliga afturvíst av Gammeltoft, men enn er eingin umbering komin frá tingfólki, ella pappageykapressuni, men hesi krevja løgmann at fara úr sínum starvi, hóast hann hevur biðið løgtingið um umbering fyri eitt lógarbrot, sum Miðflokkurin ikki heldur vera serliga álvarsamt.

Verður tann kritiska linjan vald, so er tað klæðiligt at viðurkenna sínar egnu feilir, sum bara fylla meira og meira. Vit minnast jú øll hvussu tað eydnaðist at fáa verandi og fyrrverandi tingfólk at skuldseta Jørgen Niclasen, fyri tollsvikara.

“Vit kunnu ikki hava ein landsstýrismann í fíggjarmálum, sum hevur snýtt í tolli”, vóru m.a. boðini. Onki hoyrdist aftur, hóast landsstýrismaðurin var reinsaður við dómi, men kanska kemur umberingin um Landsrætturin kemur til somu niðurstøðu.

Og nærri journalistarnir koma fram at avgerðini í Landsrættinum, størri skund hava teir at arbeiða fyri, at løgtingsvalið verður útskrivað áðrenn dómadagin.

Hetta var so flísin hjá løgmanni, og bjálkin hjá hinum, og tí er tað sannlíkt, at løgmaður verður sitandi, valskeiðið út. Andstøðan evnaði ikki at brúka Gammeltoft-kanningina konstruktivt, og tann, sum grevur fellur fyri øðrum, kann eisini detta í hana sjálvur.

Grein í Oyggjatíðindum 17. juli 2015.