Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FLJÓÐ stovukonsert við Stanley Samuelsen í kvøld

Í KVØLD, MIKUKVØLDIÐ 16. JULI kl. 19.00 og kl. 21.00 presenterar F’LJÓÐ 21’du og 22.ndu stovukonsertirnar: Hesaferð við STANLEY SAMUELSEN saman við tveimum strúkarum!

Stanley tekur við sær tveir sera royndar og dugnaligar strúkarar: Angeliku Nielsen á violin og Tóra Restorff Jacobsen á cello.

Nøkur fá pláss eru eftir. Til ber at skriva til Elina Brimheim Heinesen á Facebook ella við t-posti til: elin@heinesen.fo at biðja um pláss.

UM STANLEY SAMUELSEN

Stanley Samuelsen hevur veruliga gjørt vart við seg seinastu árini - ikki bara í Føroyum, men eisini uttanfyri landoddarnar - har hann hevur talað til hjartað á mongum við sínum hugfangandi og sorgblíða tónleiki.

Stanley hevur givið út heilar 6 solofløgur. Seinasta útgávan var við yrkingum eftir JHO Djurhuus, sum Stanley hevur sett løg til. Hon æt "Oktobir" og kom út í juli í fjør.

Seinastu árini hevur Stanley spælt konsertir í nógvum ymiskum londum í Evropu - Noregi, Finlandi, Íslandi, Litava, Letlandi, Týsklandi og Italia. Og nú, tá hann hevur verið og spælt nakrar konsertir í Føroyum, fer hann víðari til Noregs, Italia, Spania og Litava at spæla konsertir.

Stanley kom til Føroya 4. juli og spælir mesta av juli mánaða fleiri konsertir - bæði privatar og almennar konsertir - og bæði einsamallur, saman við strúkarum og við orkestri við føroyskum tónleikarum.

50 ÁRA JUBILEUM

Í ár er eitt gylt ár hjá Stanley, tí hann kann hátíðarhalda síni 50 ár sum virkin tónleikari. Vit ynskja Stanley Samuelsen hjartaliga til lukku við 50 ára jubileuminum.

Á F'LJÓÐ stovukonsertini hevur hann, sum longu nevnt, tveir strúkarar við sær: Angeliku Nielsen á violin og Tóra Restorff Jacobsen á cello. Hetta er sama samansetingin, sum vit sóu í sjónvarpssendingini, ið var upptikin í Listaskálanum og send á páskum í ár. Myndin omanfyri er frá tí konsertini.

Vit gleða okkum almikið til at hoyra eina frálíka konsert við Stanley og strúkarunum í hugnaligu stovuni í Stoffalág 18.

OBS! OBS! OBS!

Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss.

Vinaliga SKRIVA TIL boðklivan hjá Elin Brimheim Heinesen at tryggja tær sess - antin her á Facebook ella við t-posti: elin@heinesen.fo ella editor@music.fo

OBS! Tað er IKKI nóg mikið bara at melda seg til her á Facebook-tiltakinum. Neyðugt er at skriva beinleiðis til Elina.