Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FM í bridge: Liðið hjá Allan fekk bestu byrjan

Fyrstu trý umførini í bridge fyri FM-lið vóru spæld leygardagin. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur lagt seg klárt á odda og føroyameistararnir frá í fjør hava ikki enn víst sína styrki.

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun
Anthoniussen) fekk 56,52 stig av 60 møguligum. Ein avbera góður dagur hjá teimum.

Liðið hjá Símun Lassaberg (Rói á R. Joensen, Árni M. Dam, Balle Mohr) liggja eins greitt á øðrum plássi.

LM-liðið við Boga Simonsen, sum liðskipara (Arne Mikkelsen, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen). Jóannes var ikki við leygardagin, men liðini, sum Bogi hevur havt, hava altíð verið drúgv. Men byrjanin var ikki góð, har liðið eftir trý umfør er nr. 5.

FM-lið er skipað so, at øll spæla móti øllum tvær ferðir, so enn eru 11 dystir eftir.

Trý tey næstu umførini í FM-lið verða spæld 18. november.

Støðan eftir trý umfør:
1. Allan Dal-Christiansen 56,52
2. Símun Lassaberg 49,49
3. Arnbjørn Sivertsen 39,15
4. Øssur Winthereig 33,61
5. LM (Bogi Simonsen) 22,89
6. Høgni Jacobsen 17,24
7. Óli Holm 15,94
8. DEKO & PRINT 5,16