Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Liðið hjá Danny Danielsen (th.) liggur á øðrum plássi í 2. deild. Her í dysti móti Onnu V. Hansen.

FM í bridge: Símun Lassaberg førir 1. deild

FM-kappingin í bridge er nú komin í helvt. Liðið hjá Símun Lassaberg heldur sítt fyrsta pláss í 1. deild, og tað ger liðið hjá Eyðun Jakobsen eisini í 2. deild..

Spenningur er størstur í 2. deild, har liðið hjá Eyðun Jakobsen (Øssur Winthereig, Helgi Arntórsson, Tryggvi Sigurpálsson Kamban) liggur bara 3 stig frammanfyri liðið hjá Danny Danielsen (Tordis Johannessen, Jens Pauli G. Nolsøe, Hallberg Arnfridsson).

Í 1. deild sær út til, at liðið hjá Símun Lassaberg (Árni M. Dam, Dia Jacobsen, Pól Egholm, Marner Joensen) ikki er at vika. Verandi føroyameistarar liggja nú 15 stig framman fyri liðið hjá Per Kallsberg.