Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FM í fjallasúkkling 2011

Tórshavnar Súkklu Felag skipaði leygardagin 1 okt fyri FM kapping í fjallasúkklung.

Kappast varð á gøtunum hjá Skógrøkt Landsins, undir og uppi á Svartafossi. Byrjan og mál vóru á parkeringsplássinum við Skógrøkt Landsins við Hvítanesvegin. Kappast bleiv í tveimum bólkum, einum vaksnamanna og einum unglingabólki. Bara mannfólk høvdu hættað sær til tiltakið, sum var ein ógvuliga krevjandi fjallasúkkling við nógvum avbjóðingum. Har vóru brattar mótbrekkur, trappur, kringlutar gøtur og undanbrekkur, har ferðir gjørdist ørandi. Hetta slagið av kapping er tað ið rópt verður cross country, tí súkklar verður bæði á vegi og á gøtum.

Allir súkklararnir byrjaðu í senn, men skjótt var, at Høgni Øster, Andrass Joensen og Gunnar Dahl Olsen løgdu seg í oddin, og restin kom só sum perlur á snóri.

Á øðrum umgangi legði Gunnar Dahl Olsen seg í oddin, men í einari undanbrekku bleiv ferðin ov nógv, hann misti tamarhaldið á súkkluni og datt. Hann meinslaði seg so illa, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar. Har var lukkutíð staðfest, at einki var brotið, men nógv skursl. Nú var tað so Andrass Joensen, ið tók yvir fyrstaplássið, meðan Høgni Øster lá nummar tvey.

Dysturin um triðjaplássið bleiv nú spennandi. Fýra mans, Matti Brøndsted, Mikkel Hougaard, Kári Brattaberg og Kári Simonsen súkklaðu leingi í einum bólki, men so drógu Kárarnir báðir frá og ikki fyrr á síðsta umgangi fall avgerðin. Tá vann Kári Brattaberg seg nakrar metrar fram um Kára Simonsen, og kom sostatt triður um málstrikuna.

Hjá unglingunum var tað Mortan Johannesen, ið á spildurnýggjari GIANT fjallasúkklu skaraði framúr. Hann gjørdi sum Gunnar, legði seg beinanvegin í oddin og helt hann allan vegin.

Úrslitið var hetta:

Unglingar:

1. Mortan Johannesen 53m 38s

2. Uni Vitalis 58m 02s

3. Edmundur Johansen 1t 01m 31s

4. Bartal D. Gregoriusen DNF

5. Jónas Hoygaard DNF

Menn:

1. Andras Joensen 1t 29m 27s

2. Høgni Rúnason Øster 1t 34m 38s

3. Kári Brattaberg 1t 44m 14s

4. Kári Simonsen

5. Matti Brønsted

6. Mikkel Hougaard

7. Eli Christiansen

8. Sigmund Olsson DNF

9. Gunnar Dahl-Olsen DNF

10. Evald Rasmussen DNF