Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólk kunnu ikki halda jól - ímeðan gremur Annika Olsen seg um pening til innkomuveg

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil ikki gjalda løn til síni verkbannsraktu starvsfólk, hóast siðvenja er at avrokna eftir verkfallið. 
 
Barnagjaldið heldur tó áfram hóast ongin er til arbeiðis? 
 
Kristina Háfoss segði alment, at sáttmálin við Sjúkrarøktarfrøðingarnar slóðaði veg fyri aðrar láglønarbólkar. 
 
Ístaðin lýsir forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Annika Olsen, verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum, heldur enn at finna eina loysn við samráðingarborðið. 
 
Hetta er í tráð við útsøgn frá samráðingarborðinum, at arbeiðsgevarin hevði áhuga í at ”lata felagið bløða”.

Hvar er tú nú Annika? 

Tú heldur kanska íløgur í innkomuvegir eru týdningarmiklari, enn virðilig løn til ein fakbólk, sum tú fleiri ferðir alment hevur úttalað teg um, fáa eina lúsa vánaliga løn fyri eina 4 ára langa útbúgving.

Um tú longu hevur trekt løninina hjá starvsfólkum í verkbanni árið út, so ætlar tú tær ikki aftur til samráðingarborðið, sum tú annars segði var alneyðugt at koma aftur til skjótast gjørligt.

Tað er okkum greitt at vit skulu brynja okkum við toli – tíni politisk lyfti kunnu vit so ikki brúka til nakað.

Føroya Pedagogfelag