Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FÓLK TYSJA OMAN Á TRAPPUNA

Snotiliga trappan í Vágsbotni verður tikin í nýtslu í dag 

 Men longu í gjár nýta nógv høvið at sita á trappuni í góða veðrinum.

 Tað er í morgin fyrrapart, at stórt hald verður í Vágsbotni. Øll eru boðin til felags morgunmat kl.10. Havnar Hornorkestur fer at spæla hesa løtuna. Sjálv hátíðarløtan verður kl.10.30. 

 Oman fyri 60 fimleikarar í litríkum klæðum koma síðani av Vaglinum við BUBU á odda. Kim Hansen fer at spæla nøkur løg saman við bólki.

 Bjarni Restorff stjórnar Tórshavnar manskóri, sum fer at syngja nakrar sangir. Síðani ber Heðin Mortensen, borgarstjóri, fram røðu. Tað ger Tróndur Sigurðsson, formaður í býarskipanarnevndini, eisini.

 Ævintýrferðin við Búa og Dánjali fara at undirhalda børnini á trappuni, og meðan teir syngja ein felagssang, verða 150 ballónir at síggja á trappuni, nú Tórshavnar kommuna hevur 150 ár á baki sum fólkavald kommuna.

 At enda fer bólkurin Punjab at spæla nøkur løg. Øll eru vælkomin í Vágsbotn, nú trappan verður tikin í nýtslu.