Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaatkvøða í Grønlandi og Føroyum 3. desember!

Nú hevur ES-andstøðan í Danmark reist krav um, at atkvøðugreiðslan um ES-fyrivarni løgregluni viðvíkjandi eisini skal verða hildin í Grønlandi og Føroyum.

Hetta skuldi verið so sjálvsagt.

Grønland og Føroyar eru eitt ríki, sum er í ríkjasambandi við Danmørk. Vit hava felags uttanríkispolitikk, og tí skulu báðir partar avgera á hvønn hátt vit samstarva við onnur ríki.

Skulu vit hava samstarv við onnur ríki um løgreglu, so er ikki nóg mikið at tey, sum búgva í Danmarkar ríki vilja taka upp slíkt samstarv. Fyri at tey skulu sleppa tað, mugu vit í Grønlandi og Føroyum eisini taka undir við hesum.

Tá danir hava fólkaatkvøðu um hetta mál, skulu vit sjálvandi eisini hava eina slíka fólkaatkvøðu. Er meiriluti fyri í Danmark, er hetta tó ikki nóg mikið fyri at fara upp í samstarvið. Tað er eisini neyðugt, at ein meiriluti av grønlendingum og føroyingum eru fyri. Játta vit ikki, so er fullkomuliga líkamikið hvussu fegin danir vilja sleppa upp í part, tí so er málið fallið, av tí at partarnir í ríkjafelagsskapinum skulu vera samdir fyri at taka eina so lagnutunga avgerð.

Men vit sleppa ikki at nýta okkara rætt til at avgera hvat ið skal henda okkum. Landsstýrið okkara stendur sum ryssa yvir deyðum fyli og letur danir gera av, um vit skulu gerast partur av ES-rættarskipanini.

Vit kunnu sanniliga siga, at donsku válgarabitarnir koma afturumaftur í gráum kálvsskinni!

Zakarias Wang