Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaflokkurin hevur ikki keypt Vágaportalin

Í fleiri dagar hava slatrisøgur gingið um, at Fólkaflokkurin hevur keypt Vágaportalin. Søgan verður borin av "infoportalinum", og er ætlað, sum skemt. Tíverri er hetta skemt so vánaligt, at ongin skilir hvat ætlanin er við portalinum.

Ólavur í Beiti, hevur selt Vágaportalin til Gunnar Skúvadal, og at søgurnar um, at Fólkaflokkin, skal hava keypt portalin frá Gunnari, er sostatt eitt úrslit av vánaligum skemti.

Vit á Oyggjatíðindum, hava tikið avrit av vánaliga skemtinum, so fólk kunnu fáa staðfest, at hetta hevur onki við sannleikan at gera.

Kelda: http://infoportalurin.tumblr.com/post/87580820880/folkaflokkurin-keypt-vagaportalin