Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkafloksmatador við fólksins ogn handan læstar dyr

Tey fólkaflokslittu vinna risastórar vinningar í 10 – og 100- tals mill. klassanum. Fólksins ogn bløðir og blívur við at bløða. 

Fátæk børn og vaksin við, pensionistar og sjúkrahús og mong onnur, ið eiga hvør sín part fáa ljót orð, tunguna og sparkið, tí fólkafloksmatadorið hevur nógvar viðleikarar bæði úti og heima, ið konstant skulu fóðrast við ognini, ið annars kundi givið fjøldini nakað av luft undir veingirnar.

So orðið fólkið í orðinum fólkaflokkurin merkir bert teir sjálvir og ryggklappararnir. Annað fólk er ikki til. Øll onnur eru samfelagsnassarar, ið annars skulu arbeiða og so bert halda kjaft.

Vinstrahallir samfelagsnassarar. Tílík eiga onki í fólksins ogn. Tað gera vit og okkara samstarvspartnarir. Forstaðið? Nassandi pakk, ið átti at verið avloyst av bíligari fremandari arbeiðsmegi. So høvdu vit yvirmennisku í f ó l k a f l o k k i n u m í frið og náðum givið fólksins ogn heitið fólkafloksins ogn, og lívsins matador hevði snurrað lististiliga dag og nátt, og vit kundi spælt Føroyar úber alles dag og nátt ella onkran líknandi frá teimum góðu gomlu døgunum í 30-unum og fyrst í 40-unum.

Men soleiðis nýtist tað ikki at blíva. Treytin er tó, at øll, ið teir traðka á, reisa seg og samfelt fara til effektiva móttstøðu. Fyrsta kravið má verða, at ein djúbtborandi kanning av fiskivinnuni verður gjørd skjótast tilber. Vælkvalifisera norrøn kanningarfólk standa fyri kanningini. Tey skulu hava møguleika og rætt til at heinta onnur fólk við serkunnleika inn í kanningarbólkin.

Kostnaðurin verðør goldin av ogn Føroya fólks.

Dagfinnur Danbjørg.