Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaflokspolitikkur er størsta forðing fyri menniskjanligum og tjóðskaparligum frælsi

Tí ongin rættsiktaður og heiðurligur føroyingur við sínum fullu fimm kann góðtaka tann fíggjarliga býtislykilin, sum fólkaflokkurin brúkar millum teir ymsu samfelagsbólkarnar, har tey á ovastu rókunum verða fóðrað í høvd og reyv, meðan fólkið á teimum lægru rókunum so dánt fáa til dagin og vegin. Á niðastu rókunum fáa tey fátæku frið til at vera fátøk, bara tey og teirra halda kjaft, tí annars fáa tey av at vita. Skotið verður við skørpum og sannleiksvirðið – í tí, ið sagt ella skrivað verður um tey - er ofta infantilt og uttan uppbyggiligt virði - heldur tvørturímóti. Mong hava ikki vilja trúð, at fólkaflokspolitikkur hevur verið og er so karrráður, men sjón gongur fyri søgn, og alt fleiri vakna við kaldan dreym, gníggja sær í eygunum og siga: tað var sum S. 

Føroya fólk hevur seinastu árini verið vitni til, hvussu fólkaflokkurin hevur latið fólksins ognir í 10 tals milliónaklassanum til millióningarnar, meðan fólkið stórt sæð bert kann sleikja fingrar og hyggja at. ---100 % fólkaflokspolitikkur.

Um vit siga,at manningarparturin í uppisjóvarvinnuni liggur um 1 mill.. kr, eftir skatt og at ein miðalhampa arbeiðsmannaløn løn á landi liggur um 250 tús. eftir skatt, so tekur tað 4 ár hjá arb, at fáa eina uppisjóvarársinntøku. Vøo. So skal arbeiðarin arbeiða 52 ár – ella alt lívið fyri at forvinna 13 mill.kr, meðan uppisjóvarmaðurin bert skal brúka 13 ár um at forvinna tað sama. 100 % fólkafloksjavnaður. .

Ì skattamálinum snúi tað seg um 55 mill.kr- til 11 mans. 5 mill. til hvønn. Ella 20 arbeiðsár fyri ein vanligan arbeiðara. Nú gekk tað ikki, og teir 11 fingu tí onki burturúr. Teir høvdu einki skeivt gjørt og høvdu bert gjørt sum sakkunnleikin hevi rátt teimum til. Men tað vísti seg ikki at vera nokk. Men har vórðu nógvar aðrar mill. aftanfyri, so har er vónandi eingin neyð.

Hyggja vit eftir teimum áðurnevndu 5 mill.kr og samanlíkna, so hevði tað tikið 20 ár hjá arbeiðskvinnuni ella arbeiðsmanninum at fingið 5 mill. kr. í kassan . Hetta kann lata seg gera 2,5 ferðir ella (20 x 2,5 ár), ið svarar til 50 ár í alt - eitt langt arbeiðslív frá ungum árum til pensiónina. Samlaða inntøkan fyri alt lívið fram til pensiónina hjá arbeiðaranum verður sostatt smáar 13 mill. kr. Hesu 50 arbeiðsárini svara í løn til uml. 13 arbeiðsár í uppisjóvarvinnuni. Alt hetta stendur fólkaflokkurin fyri og eigur at ábyrgdast fyri. Í løtuni situr hann við nýggjum ætlanum fyri komandi fiskivinnupolitik, og tit kunnu ¨vera evigt forvissa um, at hann fíggjarligt stórt sæð verður á sama støði hóast okkurt er broytt So einasta vón hjá vanligu og fátæku fólkunum er at geva fólkaflokkinum eitt kraftigt loss í reyvina, so at hann ríkur út í politiska myrkrið, har hann av sonnum hoyrir heima.

Hetta kundi loyst upp fyri nógvum góðum og gevandi loysnum fyri bæði høgum og lágum, kvinnum og monnum, eins og gomlum og ungum. Fíggjarleinkirnar kundu verið tiknar av, so alt fólkið kundi verðið sett í frælsi.

Og eitt tjóðarfrælsi kundi tá sæst í havsbrúnni og komið nøkur fett nærri fyri hvønn dag.

Men ein absolut fyritreyt fyri tí er, at fólkaflokkur konstant verður passifiseraður og verðandi uttanfyri politiska ávirkan. Hansara politisku skaðaárin hava millum ár og dag verið mong. Í einum frælsum Føroyum hevði skaðin gjørst óbótaligur. Tí teirra fíggjar- politikkur saman við buktini og báðum endunum, hevði skjótt noytt helvtina af Føroya fólki at flýggja í onnur lond, og helvtin av eftirverandi helvt, sum ikki var partur av fólkafloksins vina- og kenningapolitikki høvdu skjótt fylgt eftir. Ì teirra stað høvdu fremmandaarbeiðarar verið innfluttir, sum kundu arbeitt 16 tímar í døgninum fyri lítið og lætt. Afturvendandi trælatíð í Norðuratlanshavinum eftir hundraðvís av árumhevði gjørst veruleiki. Òli kundi kanska stjórnað trælahópinum, tí hann kennir til kúgan kring knøttin, har hann hevur stuðla kúgarunum. So har hevði hann verið ein funnin frensur í fólkaflokshami. Sieg... hvussu var tað nú, tað var?

Fólkaflokkurin privatiserar alt – ið privatiseras kann - til seg og síni, og so er tað komið til fólkaflokshøldar.. Kriminellir fíggjarleiðarir hanga ikki í trøunum – sjálvt um teir burdu gjørt tað. Kanska onkur gamal kenningur kemur framvið sum onkuntíð áður, soleiðis at fólkafloks trælakósin kann verða fasthildin hóast alt, og hóast øll eru ímóti. Soleiðis kunnu teir sum vant við góðari professinellari hjálp framhaldandi gera svart til hvítt og umvent. Væl at merkja, um teir ikki verða steðgaðir.

Tað eru nógvar góðar orsøkir til, at steðga teimum nú. Og vit hava skyldu til at steðga hesu høgraradikalu og menniskjavondu politisku kós. So lat okkum samfelt fremja tað, ið skal til, so vit bæði kunnu fáa persónligt, fíggjarligt og tjóðskaparligt frælsi í okkara vakra landi.

Væl vitandi um, at onki frælsi verður hvørki fíggjarligt ella tjóðskaparligt fyri Føroya fólk við fólkaflokkinum í politisku leiðsluni! Tí er neyðugt at siga frá, at nú er nokk.

Vit hava onki at tapa, men alt at vinna.

Dagfinnur Danbjørg.