Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkafloksstuntið !

Viðvíkjandi fundinum í rættarnevndini tann 03.01.2012 hevur undirritaði hesar viðmerkingar.

Kallaði inn til fundar vóru landsstýrismaðurin í innlendismálum, og umboð frá Landsverk.

Fundurin skuldi vera ein gjøgnumgongd av uppskotinum til fíggjarlóg 2012, § 15 innlendismál, sum fíggjarnevndin skuldi hava í hendi, áðrenn seinasta fundin hósdagin 05.01.2012.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum legði fyri við at greiða frá íløguætlanini. Nógvir spurningar vóru til landsstýrismannin um ymisk mál á løgusíðuni.

Umboð fyri Landsverk greiddu væl frá tí tekniska partinum, og hvat var skilagott at gera, uttan at blanda seg politiskt. Settir vórðu nógvir spurningar, bæði til landsstýrismannin, og ikki mint til umboðini fyri Landsverk, sum hevur vitanina á økinum.

Ì fíggjarlógaruppskotinum er samlaða játtanin til løgur 285 mill kr,og við teimum útlitum, sum eru fyri framman, er óhugsandi, at hetta tal økist av týdningi í framtíðuni. Einki stendur í álitinum um at seta pening av í verklagslógina Sandoyartunnulin, tí hon er avtikin (av Fólkaflokkinum).

Landsverk greiddi frá, at best var at gera tær neyðugu kanningarnar tætt uppundir eina stóra verkætlan, ella rættari sagt, tá ið politisk støða var tikin til verkætlanina. Hetta er skilagóð tala, sum vit politikarar eiga at taka til okkara. At brúka almennar pengar av løgujáttanini, við einans tí endamáli at senda politisk signalvirði, mugu vit halda okkum langt burtur frá!

Eingin avtala er tikin um Sandoyartunnulin, men ein løguraðfesting verður tøk til várs.

At umboð fyri Fólkaflokkin velja at ganga egnar leiðir saman við andstøðuni, mugu vit í minnilutanum í rættarnevndini bara fyrihalda okkum til, men er so linjan løgd??

At siga, at ein minniluti í rættarnevndini er ímóti Sandoyartunlinum, er møsn. Men vit halda, at alt tosið tey seinastu tíggju árini, og so hetta seinasta stuntið frá meirilutanum í rættarnevndini, er at kasta torvmold í eyguni á sandoyingum.

Um tunnilin skal gerast veruleiki á fíggjarlógini, skulu einar 40-50 mill setast av um árið í eini 5 – 6 ár, - einki annað kann brúkast til nakað. Hvussu hesin peningur skal finnast við teimum íløgunum, sum vit hava komandi árini, kann almenningurin gera sínar egnu metingar um. Eitt kunnu vit tó verða samd um, jú fyrr, ið byrjað verður at seta pengar av, skjótari hómast tunnilsmunnin.

Tað seinasta, sum er hent í hesum máli, har ið samgongulimir ganga í sjálvdrátti við politiskum vinningi fyri eygað heldur enn loysnini, tað tænir ikki hesum stórmáli!

Spurningurin er so, um vit nú kunnu staðfesta, at somgongulimir eru frítt stillaðir, tá ið tað kemur til at flyta játtanir, og hvør kann ganga sín veg. ( Kanska eitt broytingaruppskot til fíggjarlógina 2012 um at flyta pening frá játtanini til Viðareiðisvegin til Skúlan við Marknagil kundi verið áhugavert, um meirluti er fyri hesum? Skúla og mentan vóru allir flokkar samdir um átti at fingið hægri raðfesting).

Eivin Jacobsen

Umboð Sambandsfloksins í rættarnevndini