Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkafylking til verju av føroyska vælferðarsamfelagnum

Dan Klein --- 05.02.2012 - 14:09

Okkara vælferðarskipan er undir hørðum trýsti, alt meðan høgra uppbyggir eina útlendska sterkt kúgandi stættafólkaskipan.

Tey politisku og religiøsu á ytsta høgraveinginum slóa fjøldini vegir inn á niðastu samfelagsrøkurnar, meðan tey sjálvi, teirra næstringar og viðhaldsfólk verða leidd inn á samfelagsins hægstu røkur.

Vælferðarsamfelagið hevur longu fingið fyrstu skotini fyri bógvin, meðan hin markleyst freki studenturin í Tinganesi, sum fyri langt síðani átti at verðið settur í Tinganes, framhaldandi mobiliserar og løðir til næstu skotriðuna. Og ikki skulu so mong skot til, áðrenn vælferðarskútan søkkur. Ryggjaleysir snultarar, ið rokna við at fáa part, um teir hjálpa til við at skera vælferðarsamfelagið upp, stuðla atgerðunum, annars hevði tað verið munandi truplari hjá høgraharkaliðnum at likviderað vælferðarsamfelagið.

Mong minnast enn stríðið fyri vælferðarsamfelagum, ið var bygt upp av mið- og vinstrahallum við hjørtunum á røttum stað og við sonnum kristnum, ið viðurkendu góðu gerninganna altavgerandi týdning fyri tey mongu og smáu í samfelagnum. Guð havi lov fyri tað, tí mong hava í tøkum tíma fingið og følt eina fløvandi hond og fingið neyðugan stuðul, tá á hevur staðið.

Í dag høvdu fleiri av slóbrótarunum korsað seg og grátið yvir høgrakósina. Men tey høvdu ikki bara funnið seg í tí. Tey høvdu turka tárini, brotið upp um ermar og reist eina mótmakt, so høgra hevði kunnað verið pressað inn aftur í holurnar, har tey hoyra heima.

Men hvat gera vit, sum minnast vælferðarsamfelagið við stórari tøkk? Eru vit til reiðar at verja hetta samfelagið, so at eisini verandi børn og ung og komandi ættarlið saman við okkum kunnu liva og virka saman í hesum landi, har vit øll draga eina línu øllum fólkinum at gagni - og ikki bert teimum fáa útvaldu?

Enn kunnu vit steðga høgrakósini, men tað krevur, at vit eru virkin saman.

Tí fari eg at skjóta upp, at vit saman - heilt skjótt - stovnseta eina:

Fólkafylkingin til verju av føroyska vælferðarsamfelagnum.

Tit, ið halda, at hetta er rætt at gera, og sum kundi tonkt sær at verið við, kunnu seta tykkum í samband við meg á tlf. 445035/282444 ella skriva til dagfinnur.danbjoerg@skulin.fo

Dagfinnur Danbjørg.