Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaheilsa á breddan í Tórshavnar kommunu

Í sambandi við síðsta býráðsval samdist nýggja býráðið um at seta fólkaheilsu á breddan. Trivnaðarnevndin hevur fólkaheilsupolitikk sum málsøki, og í løtuni verður arbeitt við at orða ein fólkaheilsupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Verkætlanin varð skotin í gongd í gjár, tá Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini, helt fyrilestur saman við Snorra Paturssyni, kostráðgeva, í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Bjørghild Djurhuus fegnaðist um sum forkvinna í trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð at vera í skúlanum við Løgmannabreyt og seta í gongd hesa spennandi fólkaheilsuverkætlan.

- Endamálið er ikki at yvirtaka arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum undir landsstýrinum, men heldur hinvegin at styðja undir teirra almennu málsetningar við lokalum átøkum her í kommununi. Og henda verkætlan, sum í dag verður sett í gongd, og sum tit nú fara at fáa nærri kunning um, er tað fyrsta av átøkunum.

- Hóast fólkaheilsa og arbeiðið við fólkaheilsu ikki avmarkar seg til ávísar aldursbólkar, so fegnist eg um, at tað er í skúlanum, at byrjað verður. Fyri tað fyrsta er tað í barnaárum, at tilvitan búnast og vanar verða skaptir, sum oftast fylgja okkum alt lívið. Fyri tað næsta er skúlin felags virkiskarmur bæði hjá børnum, foreldrum, lærarum og starvsfólkum annars, ja, her røkka vit øllum áhugabólkum samstundis.

- Eg eri í hesum sambandi sera takksom fyri, at bæði Snorri Patursson, kostfrøðingur, og Høgni Joensen, skúlaleiðari her á Løgmannabreyt, so positivt tóku ímóti fyrispurninginum frá Trivnaðarnevndini og saman hava gjørt eina verkætlanarlýsing, har arbeitt fer at verða við at menna og nútímansgera tilvitanina um kost, heilsu, vanar og enntá eisini um svøvn. Eisini takk til heilsufrøðingin á skúlanum Kala Rajani, fyri jaliga lutøku.

- Eg vænti, at hetta verður ein spennandi og lærurík verkætlan, og vón mín er, at øll vilja vera við til at stuðla hesum endamálum á hvør sín hátt.

- Haraftrat skal sigast, at royndirnar frá hesi verkætlan verða partar av grundarlagnum fyri tí víðari arbeiðinum, sum trivnaðarnevndin og kommunan fara at gera í mun til at orða og útinna ein fólkaheilsupolitikk framyvir. Eisini tí er hetta týdningarmikil verkætlan, sum væntandi gevur íblástur og - hvør veit - eisini verður fyrimynd hjá øðrum skúlum og kanska afturvendandi tiltak her á staðnum, segði Bjørghild Djurhuus m.a.