Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaheilsuráðið fekk vitjan av landsstýrismanninum

Mikudagin 22. januar vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, Fólkaheilsuráðið.

Fólkaheilsuráðið fekk høvi til at greiða frá arbeiðinum, sum hevur verið gjøgnumført síðani 2016, tá ið Magni Mohr tók við sum formaður í ráðnum. 

Umframt arbeiðið við fyribyrging og heilsufremjan varð stóra fólkaheilsukanningin "Hvussu hevur tú tað?" umrødd, og landsstýrismaðurin segði seg vera sera spentan uppá úrslitini, sum kunnu geva eina heildarmynd av heilsustøðuni hjá okkum.

Harafturat bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um framtíðar ætlanir á fólkaheilsuøkinum.