Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkaheilsuráðið við nýggjum videolagi

Í februar kunngjørdi Fólkaheilsuráðið eitt nýtt lag, sum Jensina Olsen hevur gjørt til verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Lagið eitur “Ver virkin, ver saman, ver hugbundin – ABC sangurin”.

ABC vika er í løtuni, og tí gevur Fólkaheilsuráðið nýggja videolagið út júst nú. ABC sangurin snýr seg um, hvussu gott tað er fyri sálarligu heilsuna hjá bæði tær og mær at vera virkin, saman og hugbundin. Í sanginum verður nevnt “Hjá okkum øllum, ABC’ið ymiskt er” og tað er hetta, sum nýggja videolagið lýsir. Tað eru óteljandi møguleikar fyri, hvussu tú kanst fylgja ABC boðskapunum og videolagið vísir, hvussu stór og smá á hvør sín hátt eru virkin, saman og hugbundin.  Upprunaliga er ABC sangurin yrktur í 2019 í sambandi við eitt ABC átak, sum eitur Rørslufagnaður.

Sangurin tók støði í boðskapunum í ABC verkætlanini og varð framførdur uppi í Gundadali, tá eini 2500 fólk vóru savnað. Sangurin var sera væl móttikin og serstakliga av børnunum, tú hoyrdi hann murraðan allastaðnis, fyrstu tíðina eftir. Fólkaheilsuráðið royndi at kveikja lív aftur í sangin fyrr í ár, tá Jensina Olsen, sum eigur orð og lag, við øðrum góðum tónleikarum gjørdi eina studio-innspæling av sanginum.

“Umframt at vísa, hvussu tú kanst vera virkin, saman og hugbundin hava vit roynt við hesum filmsklippi at endurskapa huglagið, sum tað upplivdist uppi í Gundadali henda fagra summardagin. Tú sært bæði børn og vaksin í góðum hýri vera “virkin, saman og hugbundin”. Eisini er ein roynd gjørd í myndum at lýsa tað breiða virksemið, sum Fólkaheilsuráðið hevur staðið á odda fyri  seinastu árini.

Tað skal vera hugfarsligt, og so ger tað einki, um tað er eitt sindur av skemti afturvið, tað er jú ein partur av samveruni millum menniskju” sigur Ólavur Jøkladal úr Fólkaheilsuráðnum, sum hevur gjørt videolagið.

Videolagið er gott og væl tríggjar minuttir til longdar.

Umframt youtube, ber til at lurta eftir sanginum á Spotify.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=dU5qSyQfB8Y]