Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkapensiónin skotin í kav av sínum egnu verjum

Tað er bæði synd og skom og ber vónloysi í sær bæði nú og í framtíðina. Vit eru von við at verða politiskt forfylgd og steinaði av høgraharkaliðnum, men hava søkt og fingið skjól hjá teimum mið- og vinstrasinnaðu, men nú sær út til, at skjólið er tikið niður og øll kunnu loypa á okkum.

Vit eru von við høgraálop, men at okkara verjar á mið- og vinstraveinginum eisini skuldu finna upp á, at loypa á og skaða okkum og okkara grundstøði, er óhoyrt.

Eg minnist tá fólkapensiónin varð sett í gildi. Tann rómur, ið var á høgum sum lágum, letur seg ikki lýsa. Pápi og aðrir av hnsara slag dansaðu av frøi. Ein sannur gleðisrómur streymaði út yvir teigar og tún. Men nú, nu fella myrk skýggj á annars ljósum degi niður yvir fjøldina, sum má balla seg inn í tað, sum fyri hondina er.  

Framtíðin gjørdist við eitt nógv daprari, tí politisku vinirnir ikki longur vóru at líta á, men høvdu skift ham. Men tað er um ikki at falla í fátt, men um at bróta upp úr nýggjum. Kanska átti onkur at fingið loyvi til at gingið Gerhardsa veg?

Gleðilig jól

Dagfinnur Danbjørg.