Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkatingsvaiið í 1939

Í 1939 legði Andras frá sær sum fólkatingsmaður. Hildið var, at møguleiki var fyri at fáa eitt sjálvstýrissinnað umboð á danating. 

Úrslitið av valinum í mai var, at valevni Sambandsfloksins Johan Poulsen var valdur við 2180 atkvøðum. Honum næst kom uttanflokkavalevnið Jóannes Patursson við 1849. Tann triði var valevni Javnaðarfloksins Petur Mohr Dam við 1353. Umboð Vinnufloksins Thorstein Petersen fekk 588. Johan Kallsoy, sum umboðaði Sjálvstýrisflokkin, fekk 314. Hetta úrslit gjørdi sjálvstýrisveinginum greitt, at spjaðing teirra millum tryggjaði Sambandsflokkinum sigurin.

Tíbetur lærdu teir nakað av sínum mistaki, og Vinnuflokkurin og Thorstein Petersen gingu tann 17. desember saman um at skipa nýggjan flokk, sum fekk navnið Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri).

Zakarias Wang