Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Følsk læknaváttan skýrdi Ann-Mari dementa

Gomul perla: Ann-Mari Berg, megnaði at slíta seg burturúr haftinum, sum lygnin hevði bundið hana í, men hendan lygnin við følsku læknaváttanini hevur kortini forfylgt henni í áravís, og ger tað enn. Nú er yvirlæknin, sum longu var avdúkaður og nevndur her í blaðnum 3. september 2010, komin í fokus. Hann hevur fingið ávaring fyri at skriva út heilivág, nærmast sum best ber til, og hevur sostatt gjørt fleiri til misbrúkarar. Viagra hevur hann eisini skrivað út, sum kongabomm. Haraftrat eru fleiri fólk steraliseraði við tvingsli av læknanum,sum hevur verið politiskt aktivur í flokki , sum hugsjónarliga lá tætt uppat fazismuni.

Grein í Oyggjatíðindum 5. apríl 2013:

Tað var í 2010, at Oyggjatíðindi fyrst nevndi hendan læknan, sum hevur fingið átalu frá heilsumyndugleikunum í Svøríki. Hetta var í samband við eina falska diagnosu og tvangsmedisinering av Ann-Mari Berg, tá læknin vikarieraði á Psykiatriska Deplinum í Føroyum.

Síðani hevur Ann-Mari Berg, upplivað, at viðgerðin hjá hesum læknanum hevur verið vard, og at ávísar forðingar hava verið settar upp, tá kvinnan hevur biðið um alment innlit í síni egnu viðurskiftir.

Skúvað vit tíðina aftur, gjørdist støðan hjá Ann-Mari, ikki betri av, at onnur vildu stýra henni, og byrjaðu at seta treytir fyri hvønn hon mátti hava samband við. Hesi blivu sera kontrolerandi, og psykaði hana, og seinni varð hon elt og formað so væl til av doyvandi heilivági aftaná at hon kom í samband við Erling Rudkilde, sum Depilin hevði leigað til Føroyar í eina viku.

Læknin avtalar, at Ann-Mari Berg, skal innleggjast til nærri kannin, uttan at tosa við hana um hetta. Hesin yvirlæknin tosaði lítið og onki við “sjúklingin”, men tann, sum hon livdi saman við, greiddi frá, at Ann-Mari Berg, var troytt, hevði ringt við at samla tankarnar, og tað endaði eisini við, at yvirlæknin fór í einrúm uttan sjúklingin, og tók har í móti góðum ráðum, og síðani kom ein heimagjørd diagnosa, sum hevur verið so skaðilig.

Tað var tíðuligt, at ongin áhugi var í, at konan skuldi verða mett eftirfarandi. Her var ov nógv uppá spæl. Konan hevði m.a. loynidómar um pedofilar, sum lok skuldi leggjast á, og tað kundi eisini krógvast við at gera konuna skitsofrena og dementa, og tí lítið eftirfarandi.

Hesin pensioneraði yvirlæknin hevði ikki bara fitta og meinagóða hjálp, at lurta eftir. Yvirlæknan var eisini biðin at hyggja eftir journalunum, tá Ann-Mari Berg, sum bara var 14 ára gomul. Har stóð, sambært Rudkilde, at lesa, at hon varð misbrúkt, og at tann, sum misbrúkti hana, skuldsetti hana, at vera narkoman, og tvangsinnlegði hana, fyri at renna undan ábyrgd.

Og her sótu tey við einum gomlum psykiatriskum yvirlækna, Rudekilde, og upplýstu, at alt um Ann-Mari, var at finna frá teirri tíðini, og so varð sjálvandi lagdur dentur á niðurtúr hennara í Danmark, sum skuldi vera prógv fyri, at konan hevði eina álvarsliga sálarliga sjúku. Uttan nakað, sum bara líktist kanningum staðfesti yvirlæknin, skizofreni og dimens.

Fyri einaferð med alla, at sleppa av við hesa tá bara 44 ára konuna, fekk hon diagnosuna:

Man kan således konkludere, at denne kvinde, med en meget svær psykisk belastning, med en barndomsopvækst præget af seksuelt misbrug, ungdom med svært narkotikamisbrug og en genetisk belastning med megen psykisk sygdom i familien og slægten, efter flere års intensiv behandlingsforsøg, stadig er blevet dårligere, og nu i det nærmeste anses uden for rækkehvide for egentlig behandling, derfor nu berettiget til at bevilliges en førtidspension.

Hetta skrivar Erik Rudkilde, yvirlækni.

Og Barnaverndin fær at vita frá sama yvirlækna, at mamman er ikki egnað at taka sær av sínum egnu børnum, sjálvt um hon hevur ansa teimum einsamøll alla tíðina. Barnaverndin og Ríkisumboðið í Føroyum, nokta at taka ávaringar hennara í álvara. Heilt eftir ætlan er hon læst føst í falskari frágreiðing, sum heilt frá ungum árum var líma til hennara, og staðfest í 2000, men Ann-Mari fekk onki at vita um diagnosuna fyrr enn í 2009.

Men kvinnan er hvørki skitzofren ella dement. Hon er púrasta klár, men tað, sum er so skelkandi er, at nýggjar metingar av støðuni hjá mammuni, verða ikki tiknar í álvara. Tá Ann-Mari hevði frænir av, at okkurt var heilt galið, fór hon av sínum eintingum til serfrøðina, og bað um eina kanning. Hetta skrivar yvirlækni á Psykiatrisk Center í Danmark:

Erklæring vedr. Ann-Mari Berg, specielt m.h.p. tidligere speciallægeerklæring, dateret 05.12.00, sign. af Erling Rudkilde.

Som anført i erklæring fra 12.11.08, så behandlede jeg Ann-Mari Berg i perioden februar 1998 til september 2000. Erling Rudkilde`s erklæring er dateret den 05.12.00, altså kun små 3 måneder senere.

Jeg kendte jo Ann-Mari Berg i hele forløbet på Bornholm. Det var i de tre år ikke antydning af hverken skizofreni eller dements. Samtidig må jeg konstatere, at det kendskab jeg har til Ann-Mari Berg indenfor det sidste år, heller ikke viser tegn i denne retning.Tværtom kan man sige, jævnfør erklæring fra 12.11.08. Og jeg mener dybest set, at Ann-Mari`s tilstand dengang var (februar 98-sept 2000) udløst af svær angst på grund af de familiære forhold. Dette førte sp videre til diagnosen psykotisk depression. Men aldrig noget noget skizofrent og aldrig noget dementielt. Til sidst skal det tilføjes, at Ann-Mari Berg overfor mig har oplyst, at Erling Rudkilde`s erklæring udelukkende hviler på Ann-Mari`s daværende ægtefælle. Niðurstøðan er undirskrivað av:

Torsten Damquist, Overlæge, Psyk. Center Bornholm

Kvinnan er áhaldandi í samband við Ankestyrelsen, og hevur eisini skrivað drúgva frágreiðing til løgmálaráðið, og danskir myndugleikar undrast yvir, hvat tað er, sum hendir í Føroyum.

Danskir fjølmiðlar hava eisini fylgt hesi kvinnuni tætt í bardaga hennara. Hóast danskir stovnar hava meldað hesa vanlukkuligu støðuna, men heldur ikki tey fáa svar úr Føroyum, og avvísa málinum.

Men við falskari læknaváttan bar til at døma Ann-Mari Berg skitzofrena, villa, dementa og fullkomiliga óegnaða at passa síni egnu børn, og harvið at fáa samfelagið at trúgva, at tað vóru misbrúkarnir, ið synd var í, sum soleiðis fingu treytaleysa makt yvir børnunum.

Meira inni í blaðnum

Her eru nakrir linkir, sum vísa til læknan:

http://sverigesradio.se/sida/artikel.aspx?programid=91&artikel=375652

http://www.information.dk/11866

http://www.mynewsdesk.com/se/pressroom/kommitten_for_manskliga_rattigheter/pressrelease/view/den-groena-mentalhaelsovaagen-slaar-ut-psykiatrin-den-behoevs-inte-laengre-356079

http://www.levandehistoria.se/files/inline/3.2.8 Bilaga 1 - Sammanfattningar av de granskade artiklarna.pdf