Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Foreldrabólkurin skipar fyri heystútferð

Foreldrabólkurin er ein bólkur við foreldrum, sum hava barn, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Tey skipa hetta komandi vikuskifti fyri heystútferð. Leiðin gongur í morgin til Kvívíkar, har gist verður til sunnudag.

Foreldrabólkurin skipar fyri heystútferð vikuskiftið 21.-23. oktober.

Foreldrabólkurin er ein bólkur við foreldrum, sum hava barn, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Tey skipa hetta komandi vikuskifti fyri heystútferð. Leiðin gongur í morgin til Kvívíkar, har gist verður til sunnudag.

Tey greiða frá, at tað er ikki nøkur føst skrá fyri vikuskiftið. Veðrið kann vera sera umskiftiligt hesa tíðina av árinum, men um viðrar verður fari túr/ar, møguliga at svimja, annars eta gott, spæla spøl og bara hugna okkum og práta saman.

Vit møtast í Kvívík fríggjadagin ímillum kl: 17:00 og 18:00 og finna okkum væl til rættis.

Umleið kl: 19:00 verður nátturði. Síðani verður komið nærri inn á skránna fyri vikuskiftið. Vit tosa saman um ymiskar møguleikar.

Túrurin er ætlaður tykkum, sum hava barn, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Eisini er hann ætlaður tykkum, sum hava mist barn orsaka av krabbameini. Gott er at koma saman við øðrum, sum hava verið ígjøgnum nakað tað sama, sum ein sjálvur.

Vinarliga sigi frá luttøku í seinasta lagið hósdagin 20. oktober. Um tit hava okkurt at spyrja um ella ivast í, eru tit vælkomin at ringja til Elin Mariu í foreldrabólkinum ella til Krabbameinsfelagið.

Vinarliga Elin Maria, vegna foreldrabólkin, tlf. 503258/421171

Og Anna Maria vegna Krabbaemeinsfelagið, tlf. 217957/317959