Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forlagið GWENDALYN gevur út ta triðju søguna í bók í hesum umfari

Nú kemur út triðja og seinasta bind av skaldsøgutrilogiini hjá forlagnum Gwendalyn.

Hesin partur, ið nú kemur út, tann seinasti á hesum sinni, eitur KORALLIN Í TALLINN og er 3. bind av trimum.

KORALLIN Í TALLINN er 3. bind av skaldsøgutrilogi og gongur fyri seg í Estonia, Føroyum og Schweiz.

Skaldsøgan KORALLIN Í TALLINN snýr seg um ein ungan mann við Aspergers syndromi, ið er vilstur inn á eitt ókent hotell onkrastaðni í tí vakra og sjarmerandi Estonia. Hann verður har blandaður upp í eitt groteskt og meiningsleyst morð og má nýta allan sín aspergara-logikk fyri at royna at fáa greiðu á hesum margháttliga og andstyggiliga máli.

Klárar hesin lítið framføri Sherlock Holmes-autistur, ið kom so syndarliga skeivt fyri her í lívinum, at hóma ta altíð so nærverandi loysnina, áðrenn ov seint er og hann hevur uppbrúkt alla sína tíð her á foldum?

Vit fylgja hasum keðiliga humørforlatta persóninum ganga og mala einsamallur í hasum hotellinum, meðan hann ger sær sítt ekstremt vælmenta tankaunivers, sum forklárar allar lívsins tvørsagnir, alt meðan mordararnir á fyrstu hædd liggja honum eftir lívinum og kokkadreingirnir hvønn morgun vakja hann við at koma traðkandi upp í songina hjá honum.

Klárar hesin hálvbýtti, óempatiski persónur at mana tann høvuðleysa høvuðstænaran niður í æviga hvílu í grøvini, so hann kann sleppa upp á ovastu hædd við elevatorinum, har tað nakna kvinnufangið liggur og bíðar?

Fá svarini upp á lívsins gátu við at lesa KORALLIN Í TALLINN, sum er 191 bls. og kostar kr. 149.

Og fá svarini upp á allar lívsins gátur í øllum hesum universi, sum vit kalla Vetrarbreytin, við at lesa alla trilogiina.

Rætting:

Umbrotið bók og permu hevur Gwendalyn.