Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Formansskapur Fólkatingsins vitjar Føroyar

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Edmund Joensen, fólkatingsmaður, er í hesum døgum á ferð í Føroyum saman við formansskapi Fólkatingsins og formansskapinum í Løgtinginum

- Samstarvið millum Føroyar og Danmark verður dúgliga røkt í hesum døgum, og tað er at fegnast um.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, nú bæði forsætisráðharrin og formansskapur Fólkatingsins vitja í Føroyum samstundis.

Formansskapurin í Fólkatinginum kom til landið gjárskvøldið, og komandi dagarnar vitja gestirnir kring landið saman við føroysku fólkatingsmonnunum og formansskapi Løgtingsins.

Í morgin verður fundur í sonevndu kontaktnevndini, har ið formansskapirnir og fólkatingsmenninir viðgera aktuell mál og mál av felags áhuga fyri parlamentini bæði.

Meðan forsætisráðharravitjanin er ein almenn vitjan, er vitjanin hjá Fólkatingsins formansskapi afturímóti ein reglulig arbeiðsvitjan, har ið limirnir í kontaktnevndini hava fund. Kontaktnevndin hittist á hvørjum ári, annaðhvørt ár í Føroyum og annaðhvørt í Danmark.

Formansskapirnir - og forsætisráðharrin - vitja í Klaksvík, sum tí er rættiliga í fokus hesar dagarnar. Vitjað verður eisini á Viðareiði, í Fuglafirði og í høvuðsstaðnum.

Ferðalagið úr Danmark fer av landinum aftur seinnapartin hósdagin.

Í formansskapi Fólkatingsins eru:

• Mogens Lykketoft, formaður

• Bertel Haarder, 1. næstformaður

• Pia Kjærsgaard, 2. næstformaður

• Camilla Hersom, 3. næstformaður

• Anne Baastrup, 4. næstformaður

Í formansskapi Løgtingssins eru:

• Jógvan á Lakjuni, formaður

• Alfred Olsen, 1. næstformaður

• Gerhard Lognberg 2. næstformaður

• Páll á Reynatúgvu, 3. næstformaður

Harumframt eru fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, við í kontaktnevndini.