Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag vunnið kærumál

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag kærdu fyri tveimum árum síðani Faroe Pelagic í Kollafirði fyri ikki at halda sínar lógarásettu skyldur viðvíkjandi setanarprógvum.

Feløgini hava fingið viðhald í ávíðkavist 94 og 32 málum, har Faroe Pelagic ikki hevur givið starvsfólkunum setanarprógv.

Setanarprógv eru kravd samsvarandi lóg frá 2008. Tá ið tú verður settur í starv, og starvstíðin varar longri enn 1 mánað og arbeiðstíðin í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna, so skalt tú hava setanarprógv, sum greitt sigur frá øllum formligum viðurskiftum í arbeiðnum – eitt nú arbeiðsinnihald, arbeiðstíð, arbeiðsstað, løn, starvsaldur, hvussu leingi arbeiðstíðin er og aðrar viðkomandi upplýsingar.

Eru skyldurnar ikki hildnar ber til at kæra til Vinnukærunevndina, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava gjørt vegna limir sínar, sum starvast hjá Faroe Pelagic.

Endurgjald

- Nú Vinnukærunevndin hevur staðfest, at virkið ikki hevur hildið upplýsingarskyldu sína, ber til hjá feløgunum at fara víðari til dómstólarnar fyri at fáa endurgjald, og tað ætla bæði feløgini, siga Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Nú tað er staðfest, at heilir 94 limir í Føroya Arbeiðarafelag ikki hava fingið setanarskriv frá Faroe Pelagic, so fer felagið at fyrireika endurgjaldskrav, sambært grein 6 í lógini um setanarskriv, leggur Georg F. Hansen dent á.

Fyri Havnar Arbeiðsmannafelag er talan um 32 limir, sum ikki hava fingið setanarskriv, sum felagið fyrireikar endurgjaldskrav fyri.

Grein 6 í lógini sigur: "Hevur arbeiðsgevarin ikki hildið upplýsingarskylduna, kann løntakarin fáa eitt viðurgjald við dómstólarnar. Viðurgjaldið, sum fyri tann einstaka ikki kann verða hægri enn løn í 13 vikur, verður ásett við atliti at umstøðunum í málinum, heruppií um vantandi upplýsingin í ítøkiliga førinum hevur havt týdning fyri løntakaran. Viðurgjaldið kann, um tað eru tyngjandi umstøður, hækkast til løn í 20 vikur.

Stk. 2.Viðurgjaldið kann hægst vera 1.000 kr., um vantandi upplýsingin er umberandi og annars ikki í ítøkiliga førinum hevur havt týdning fyri setanarviðurskiftini.-

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag vísa á, at lógin gevur møguleika at fáa virkið dømt at gjalda endurgjald, tá arbeiðsfólk ikki hava fingið setanarskriv, og at endurgjaldið til hvørt arbeiðsfólk kann vera úr kr. 1.000 og heilt upp í 20 vikurlønir.

Feløgini ætla at umrøða málið við advokat teirra seinni í vikuni, og síðani fyrireika at leggja málið um endurgjald fyri Føroya Rætt.

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og Georg F. Hansen, formaður fyri Føroya Arbeiðarafelag siga, at tað er sera týdningarmikil og prinsipiell avgerð, sum er tikin. Hetta er fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og sjálvandi skulu feløgini fara víðari við málunum um endurgjald.

Formennirnir fyri arbeiðarafeløgini heita eisini á allar limir sínar um at kanna, um tey hava fingið setanarprógv.