Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt kunningartilfar til útlendingar

Endamálið er at gera tað lættari hjá útlendingum at skilja og virka á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
 
Nú fleiri og fleiri føroyskar fyritøkur seta útlendingar í starv, er neyðugt hjá teimum at kunna henda starvsbólk um viðurskiftini, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí gjørt kunningartilfar á enskum, sum limirnir kunnu geva teimum útlendingum, sum verða settir í starv.

Kunningartilfarið inniheldur
•eina yvirskipaða lýsing av bygnaðinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, 
•lýsing av mest týdningarmiklu setanarviðurskiftunum, so sum viðurskifti í sambandi við løn, arbeiðstíð,
 frítíð og sjúku, 
•sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini, handverkarafeløgini og S&K,
•og yvirlit yvir hentar upplýsingar hjá viðkomandi pørtum á arbeiðsmarknaðinum.

Fyritøkur, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip ella Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, kunnu fáa tilfarið við at venda sær til Vinnuhúsið.