Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Finansforbundet

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju við Finansforbundet og YTF

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur undirskrivað semju við Finansforbundet. 8. apríl var eisini komið á mál við samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.
 
Sáttmálin er longdur í tvey ár, og lønarhækkingin er 3,20% 1. árið og 2,56% 2. árið. Harumfram vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.
 
Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði 1. mai 2018.

8. apríl var komið á mál við samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.
 
Partarnir longdu sáttmálan í tvey ár og samdust um eina lønarhækking á 3,20% 1. árið og 2,56% 2. árið. Harumframt vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.
 
Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði 1. mai 2018.