Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju við Finansforbundet

Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaði mikudagin semju við Finansforbundet

Sáttmálin er longdur í tvey ár, og lønarhækkingin er 2,05% 1. árið galdandi frá 1. august og 1,25% 2. árið. Harumframt vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.

Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði 1. mai 2020.

Partarnir hava í sáttmálaskeiðnum gjørt semju um dagføringar í høvuðsavtaluni millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet.