Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Fólkaháskúli hevur fingið játtan til umvælingar

Tað er fallið mongum háskúlavini fyri bróstið, at viðlíkahaldið av Føroya Fólkaháskúla í Tórshavn hevur skortað seinastu mongu mongu árini.

Í tí sambandi hevur spurnartekin verið sett við, hvør hevur ábyrgdina av at halda skúlan og at útvega neyðuga peningin til umvælingarnar. 

Til tað er at siga, at Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur, sum hevur eina stjórn, ið er ovasta leiðsla. Háskúlastjórnin hevur ábyrgdina av at reka og halda skúlan. 

Raksturin verður fíggjaður við stuðli frá landinum, næmingagjøldum o.ø.

Tá ið um umvælingar ræður, sigur lógin, at landið rindar 70% og sjálvsognarstovnurin 30% av kostnaðinum. Men tað eru stjórnin og leiðslan í skúlanum, sum taka stig til og standa fyri arbeiðnum.

Eg eri tí fegin um, at núverandi stjórn og stjóri hava tikið hart tiltrongda spurningin um umvælingar í stórum álvara. At umsókn um stuðul til viðlíkahald er send Mentamálaráðnum, og at Løgtingið eftir uppskoti frá okkum í fyrsta umfari hevur játtað 1,68 mió. kr. til nýggja tekju og nýggj vindeygu.

Føroya Fólkaháskúli og Landsverk eru sum skilst eisini farin undir endaligu fyrireikingarnar, so arbeiðið kann byrja beinanvegin.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður