Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Fólkaháskúli – við hattinum í hondini at bidda

Eftir, at SVF í Degi & Viku vísti, hvussu illa takið á Føroya Fólkaháskúla lak og hvussu illa Mentamálaráðið og Landsverk hava umsitið almennu ognina við at lata standa til, so eru tað nógv, sum hugsa um hetta er av kleivarskapi ella gjørt við vilja. 

Tað var undir øllum umstøðum ein syndarlig sjón at síggja í 2015, hvussu skúlastjórin gekk uppá ovasta loft, fyri at halda skúlan lens. Ein kann ímynda sær, hvussu inniklimaði er í einum slíkum bygningi – fukt og svampur – eitt stað, sum er við at gerast heilsuskaðiligt at húsast í.

Aftur her er eitt dømi um, at ein almennur bygningur í Havn vantar pening til viðlíkahald.

Mentamálaráðharrin virkaði eitt sindur ivasamur at játta pening til ein almennan stovn í Havn, hví tað? Úrslitið síggja vit - háskúlastjórin skal nú ganga runt í Havn og á ein eyðmýkjandi hátt biðja havnarfólk stuðla Føroya Fólkaháskúla, sum landi umsitur og hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda.

Hevði hetta hent í veljaraøkinum hjá mentamálaráðharranum ella handlaði hetta um Tekniska Skúla í Klaksvík, so hevði hvør króna verið játtað og meira við.

Tá so háskúlastjórin er liðugur at bidda í Havn, so skulu ongir hjá tí almenna seljast, áðrenn takið kann skiftast út. Hetta er ein provokatión og háðan ímóti Føroya Fólkaháskúla, bara tí hann liggur í Havn.

Stevna Háskúlans er at vekja ans fyri mentan og máli, søgu og samfelag, og undirvísingin byggir bæði á tað andaliga, handaliga og skapandi. Háskúlin vil menna og upplýsa, bæði tað einstaka menniskjað og felagskapin allan. Sostatt handlar leikluturin hjá Føroya Fólkaháskúla um mentan og sosiala menning í samfelagnum fyri ávísar bólkar, sum hava tørv fyri tí, serliga ung fólk.

Skulu vit bara standa og hyggja at og góðtaka slíka vanrøkt av einum stovni. Nei, eg fari í hvussu so er ikki at góðtaka hetta. 

Eg fari tí at heita á landsstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, um at játta tað, sum skal til fyri at skipaði viðurskifti aftur valda á Føroya Fólkaháskúla – ivist ikki í, at landsstýrismaðurin finnur eina skilagóða loysn og játtar neyðuga peningin.

Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið